Mest umtalaða trappan í føroyskari søgu, nýggja uppihaldstrappan hjá Tórshavnar kommunu, ið liggur har gamla mentunarhúsið Perlan stóð, verður liðug til jóla. Tað upplýsir borgarstjórin, Heðin Mortensen, við in.fo.
- Tað verður arbeitt við fullari orku við trappuni og umhvørvinum rundanum. Í løtuni er tað serliga framleiðslan av gróti, ið nógv orka verður lagt í, men nú mangla bara fýra trin í trappuni. Ætlanin er, at hon skal verða liðug til jóla.
- Hetta verður ein góð trappa og møtistað fyri borgarar í Havnar kommunu og allar føroyingar. Serliga tá serliga tiltøk, so sum Voxbotn, eru í Vágsbotni.
Trappan er bara ein partur av nýggja býarrúminum í høvuðsstaðnum. Nógv virksemi skal gerast í umhvørvinum runt trappuna, og tað verður fari í holt við nú.
- Menn eru farin til arbeiðis at gera brekkuna niðan á Bryggjubakka lidna nú, soleiðis at hon kann latast upp aftur fyri ferðslu innan stutta tíð. Harumframt verður eisini arbeitt við at gera ein nýggja gongugøtu við Havnar kirkju. Men tað týdningarmesta er at fáa trappuna og vegin liðug.
Hóast tað hevur tikið langa tíð at gera trappuna lidna, so sigur borgarstjórin, at fíggjarætlanin heldur.
- Fíggjarætlanin hjá okkum heldur. Arbeiðið er nakað seinkað, og kann tað føra til dagbøtur, men tað er ein samráðingarspurningur, ið millum annað tekur hædd fyri serligum umstøðum.