Skotski bólkurin Travis verður høvuðsnavn á G! 2011.
Hesum boðar festivalurin frá í morgun.
- Travis er millum størstu nøvnini vit hava havt á G! higartil, og saman við restini av skránni er ikki langt frá, at vit munnu hava sterkastu G! skránna nakrantíð, sigur Jón Tyril, tónleikastjóri hjá G! Festival.
Føroyingar munnu serliga kenna hittini Why Does It Always Rain On Me? og Sing, sum leiðarin og sangarin í bólkinum, Fran Healey, hevur skrivað.
Tað var fyrst í nítiárunum, at støðið varð lagt undir bólkin í skotska býnum Glasgow.
Fyrsta útgávan, Good Feeling, kom í 1997 og síðan eru komnar íalt seks útgávur.
Tvær ferðir (í 2000 og 2002) hevur bólkurin vunnið Brit Awards fyri at vera besti bretski bólkur og í 2000 eisini fyri at eiga bestu útgávuna fyri The Man Who.
Travis hava eisini fingið Ivor Novello sangskrivara virðislønina hjá British Academy of Songwriters, Composers and Authors (BASCA).
Seinastu áratíggju hava Travis helst verið fremsta tónleikanavnið úr Glasgow, sum UNESCO annars hevur skýrt sum tónleikabý burturav.
Í fjør heyst gav Fran Healey út "Wreckorder" í egnum navni. Hann er umboðsmaður fyri Save the Children og er nógv frammi í sambandi við altjóða tiltakið Make Poverty History.