Nýggi varaborgarstjórin í Klaksvík, Jákup Mikkelsen, ger greitt, at tað verður neyðugt at tálma útreiðslurnar hjá Klaksvíkar kommunu, tí annars endar galið.
? Tað mundi koma óvart á mong, at undanfarna samgonga tey seinastu fýra árini brúkti umleið 65 mió. meir, enn tað sum var avsett á fíggjarlógini. Sjálvandi var henda meirnýtsla fyri á býráðsfundi so hvørt, men hetta vísir hvussu trupult tað er at halda aftur í góðum tíðum, tá pengarnir streyma inn í kassan, sigur Jákup Mikkelsen, sum umboðar Fólkaflokkin í Klaksvíkar býráði.
Hann vísir á, at rakstrarútreiðslurnar hjá Klaksvíkar kommunu vuksu úr 43 milliónum og upp í slakar 74 milliónir frá 2001 til 2004.
? Um henda gongdin heldur fram tey næstu fýra árini, so verður heilt galið. Vit sum sita í samgongu í Klaksvíkar Býráð síggja hetta at tálma rakstrarútreiðslunum sum eina stóra og trupla, men sera týdningarmikla uppgávu, sigur Jákup Mikkelsen
? At gjara út er altíð lætt, meðan tað stramma í er altíð trupult og ópopulert ? men vit sum eru vald inn at stýra Klaksvíkar Býráð mugu tora at taka avgerðir, eisini tær sum eru ópopulerar, sigur varaborgarstjórin.