Trekin, teldan, Eyðun, eg og ? nakrir kvistar

Hugleiðingar

Fekk ein lítlan treka á veg heim frá arbeiði ein fríggjadag herfyri og helt sjálvandi, at tað varð skjótt avgreitt við einum pakka av Strepsils við hunangi og sitrón, so eg fór á apotekið at keypa ein slíkan. Tað sigst geva linna beinanvegin, so nú var leyst og liðugt?helt eg. Seinni um kvøldið fóru trekin og eg, sum nú ikki bert var trekur, men eisini treiskur, at hyggja at summar-framsýningini í Norðurlandahúsinum. Nú gjørdi hann so nógv um seg, at eg var um at setast aftur. Var til gongu og á vegnum heimaftur fylgdist eg við Eyðun Waagstein og konuni, Óluvu. Eyðun er ongantíð keðiligur, og var tað heldur ikki hesa ferðina skal eg siga tykkum, tíðindafróður við lít. Konan og eg báðar fingu ikki sagt so øgiliga nógv harafturímóti. Heldur ikki trekin. Hann fór hálvavegna í koma av berum befippilsi bert fyri at herja á aftur sum eitt illveður seinni um náttina.
Eyðun og eg hava einaferð, saman, skrivað eina ótrúliga stuttliga og øðrvísi hugleiðing á enskum, tá vit vóru á skeið í Edinburgh. Um hvat? Jú. Um svartaklukkur! Kanska vóru svartaklukkurnar byrjanin til mínar hugleiðingar. Hvør veit.

Sum vit gingu oman eftir ringvegnum, dagaði undan kavi so spakuliga, at Eyðun hevði lisið fleiri av mínum hugleiðingum í Sosialinum. "Aha", hugsaði eg í mínum stilla sinni, júst sum David, ommusonurin, plagar at taka til, tá putlispælið riggar, og alt gongur upp í eina hægri eind. At Eyðun hevði lisið okkurt av mínum krutli helt eg vera sera hugaligt og deiligt. Ikki so, at hann segði, um tað var gott ella minni gott, eg skrivaði, og tað var eg heldur ikki so svong eftir at frætta um. Eg skoytti eitt sindur shei upp í samrøðuna, at eg kom nakað seint í gongd við skrivingini, men væl hevði hilnast kortini. Kanska helt hann, at omman var í so rebelsk.

Onkuntíð siga menn at, "Tú veitst?, Hvussu skal eg venda tí??, Er tað ikki nøkulunda soleiðis??, Hatta er slettis ikki so galið?.., Nú hevur hon aftur?.., Tað var hattar har?., Hygga síggj??, Hygg hatta raska?.., Hevur hon nú aftur spískað sær pennin",?.. at tosa uttanum- og fylla ífyllutos upp í leypar, ístaðin fyri at siga sum er. Hví skal tað vera so óluksáliga fløkt? Sig tað stutt og greitt ístaðin fyri alt hetta hjáputurið. Ofta er ov nógv fjaðrarok, haldi eg. Nú er tað mestur onkur, sum heldur, at eg havi verið á meiarínum og lurtað eftir fyrilestrinum hjá Pernille Aalund. Tað var eg ikki. Lá og taldi kvistar.

Nei. Spakatos. Tað dámar mær allarbest. "Góð grein", "Vánalig grein", "Stuttlig grein", "Elendig grein". Tað er næstan sum munurin á, tá konur ella menn skulu vísa veg. Menninir nevna nágreiniliga hvørja smogu og hvørt horn og tað, sum liggur hinumegin hornið. "Gakk fram eftir hesum vegnum, sum vit standa á beint nú. Tá tú hevur gingið einar, hvat skal eg siga, jú, - hann harkar og kelar høkuna og sær øgiliga hugsunarsamur út - kanska 30 ella kanska 40 metrar, kemur tú til ein veg á høgru síðu, sum eitur so og so. Og so peikar maðurin og veipar við hondunum, so tað verður heilt nógv fjaðrarok eina løtu. So kelar hann sær aftur um høkuna og sær filosofiskur út, og tá fjaðrarnir hava lagt seg, heldur hann áfram: "Tað er ikki tann rætti vegurin, men tú mást ganga framvið hesum fyri at koma til rætta vegin. Og til vinstru eru eisini fleiri síðuvegir, men har skalt tú ikki fara. So er ein vegur afturat til høgru, sum eitur so og so, men tað er heldur ikki tann rætti, men nú ert tú ordiliga nær við. So kemur aftur ein vegur, og tað er tann næstseinasti, áðrenn tú kemur til tann vegin, sum tú sóknast eftir. Bla, bla, bla. Konur siga: "Gakk beint fram inntil tú kemur til 4. veg á høgru síðu. Húsini, tú sóknast eftir, eru tey triðju á høgru hond." Get my drift? Eg havi bundið ein heilan bul, áðrenn maðurin er liðugur við sína fantastisku frágreiðing um ?? einki. Geisp.

Nú vit eru við greinarnar, so lat meg til stuttleika siga frá, hvussu eg hevði tað, tá eg var um at senda fyrstu greinina avstað. Sveittin lak av mær eins og áarstreymur, og eg var sum ljón í búri. Gekk aftur og fram og lúrdi yvir ímóti sendknøttinum á telduni. Eg varð kleimin um hendurnar, og hjartað dukaði, sum tá eg og Eyðun á sinni fóru til próvtøku í enskum! Her var sum í sanginum "Tú dregur meg sum ein magnetur", tí knappliga leyp eg yvir og knallaði á knøttin. Nú skuldi røkka ella støkka. Býttislig, ha? Eg tori at vedda uppá, at hetta er eitt typiskt konufyribrigdi. Annars gongur betur nú. Eg eri ikki so bangin longur at trýsta á sendknøttin.
Fekk eitt teldubræv nú ein dagin frá konu í grannalagnum. Gjørdist ikki sørt rørd, tá hon fortaldi, hvussu hon gleddist um tað, eg skrivaði, segði tað vera stuttligt, hugaligt og beinrakið. Tað besta av øllum var, at hon skrivaði, at hon goymdi mína grein til seinast, so hon ordiliga kundi hugna sær og lesa hana í friði og náðum. Greið tala. Einki roks og uttanumtos. Slíkt fløvar.
Ná. Nú eri eg næstan líka ring sjálv sum garparnir. Byrji at skriva um trekan og meg, sum fóru í NLH, og síðani skrivi eg um all møguligt annað, sum eg yvirhøvur ikki ætlaði í fyrstani. Tað stutta av tí langa er, at trekin gjørdist til eitt mega beinkrím, sum legði meg lamna í 14 dagar. Inn imillum pínuherðindini, sum komu javnt og samt, taldi eg sum sagt kvistar í loftsbrettunum í kamarinum. Hvussu nógvir eru? Jú, 89 kvistar, stórir sum smáir. Okkurt bretti hevur ongar. Kanska fari eg onkuntíð at krutla okkurt niður um hesar vælsignaðu kvistar. At telja teir, og so at skriva eitt sindur, hevur verið tað einasta, eg havi orkað at barst við undir mínum egna skraddaraseymaða "krímkríggi". So ein treki, ein telda, 89 kvistar og Eyðun kunnu eisini gerast til eina grein. Her er hon!

Gott summar.