Trenskow er í HB Køge

Okkurt bendir á, at danski miðvallarin fer ikki at halda fram í NSÍ

Fyri einari stórari viku síðani boðaði NSÍ frá, at Todi Jónsson er nýggjur venjari í felagnum.

 

Síðani hevur Todi Jónsson sagt, at bulurin á NSÍ liðnum verður spælarar, ið eru uppaldir í felagnum.

 

Í dag vann NSÍ 2-1 á útivølli ímóti Víkingi í VFF kappingini. Jørgen Nielsen, sum bara hevur umboðað NSÍ, skoraði bæði NSÍ málini.

 

NSÍ liðið var mannað soleiðis í dag: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Atli Petersen, Hans Marius Davidsen, Betuel Hansen, Pætur Turiðarson Skipanes, Mórits Heini Mortensen, Meinhard D. Geyti, Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen, Jørgen Nielsen

 

Skiftir inn: Dánial Danielsen, Beini Nolsøe, Albert Johannesen, Sølvi Sigvardsen, Jógvan Højgaard, Meinhard Janusarson, Morten (dani sum royndarvenur)

 

Karstin Hansen, sum vardi málið stóran part av síðsta kappingarári, verður í nógvar vikur í Danmark í skúla. Tórður Thomsen er aftur í málinum eftir langan skaðasteðg, og eftir at hann í tveimum brotssparkskappingum í steypakappingini av álvara gjørdi um seg í heyst.

 

Veteranurin, liðformaðurin og toppskjúttin Klæmint Olsen var úti á vøllinum saman við spælarum, sum eru uppvaksnir í NSÍ, og sum ikki hava umboðað nakað annað felag. Undantaki var danskur spælari, sum royndarvenur í Runavík.

 

Í fjør spældu tveir danir við NSÍ. Mikkel Jakobsen fór av landinum, tí skeiðið hjá honum í Runavík var liðugt. Sáttmálin hjá Jacob Trenskow fevndi eisini um 2022. Í dag var Jacob Trenskow, sum í fjør var eyðsýndur framrættaður spælari hjá NSÍ, á liðnum hjá HB Køge. Hetta er samanrenning av Herfølge Boldklub, sum Jákup Mikkelsen varð DM vinnari við í 1999, og grannafelagnum Køge Boldklub. Gamla landsliðskempan og Liverpoolspælarin Daniel Agger er venjari saman við Lars Jacobsen, sum í síni tíð var liðfelagi hjá Toda Jónsson í FCK, og sum eisini er kendur sum viðmerkjari í Kanal 6 sjónvarpsrásini.

 

At Jacob Trenskow var á HB Køge liðnum í dag var, tí hann vónar at fáa sáttmála við felagið. Harvið er tað nógv, sum bendir á, at hann ikki fer at spæla við NSÍ.

 

Umframt donsku spælararnar hevur NSÍ síðani í fjør sagt farvæl við Trónd Jensen, sum er farin aftur til HB og Jákup Jakobsen, sum er farin yvir aftur á Skála. Enn er tað ógreitt, um Rógvi Egilstoft fer at halda fram í NSÍ.

 

Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen og Búi Egilsson vóru ikki við í Gøtu í dag.