Bussleiðin í Havn verður nú boðin privatum feløgum og fólki at reka. Útbjóðingartilfar er sent trettan persónum, og tilboðini verða latin upp 15. august. Endalig avgerð um hvør skal røkja bussleiðirnar verður tó ikki tikin fyrr enn miðskeiðis í september.
Seinastu tjúgu árini hava tað verið teir somu fýra entreprenørarnir, sum hava røkt bussleiðina í Tórshavn. Hesir fáa nú kapping frá øðrum, sum kunnu bjóða uppá bussleiðina.
Boði Haraldson á teknisku deild í býráðnum sigur, at endamálið sjálvandi er at spara pening, og at borgarin kann fáa eina betri tænastu.
? Hugt verður ikki bara eftir prísinum á tilboðnum, hóast tað mangan kann vera freistandi hjá politikarum. Vit leggja eisini dent á góðsku, aldur á bussum og tænastuna, sum viðkomandi kann veita.
Tekniska deild skal síðani lata teknisku nevnd eitt tilmæli um, hvussu hon heldur, at bussleiðin skal skipast.
Ikki sunnudag
Upprunaliga mælti ein meiriluti í teknisku nevnd til, at eingin busskoyring verður sunnudag framyvir.
Tilboðini, sum bussfeløgini geva fyri tær ymsu leiðirnar, eru fyri seks dagar í vikuni. Sunnudagurin verður ikki tikin við í fyrsta umfari. Í tí endaliga útbjóðingartilfarinum kunnu fólk tó geva tilboð uppá sunnudag við síðuna av hinum tilboðunum.
Schumann Hjaltalin, limur í teknisku nevnd, vísir á, at alt ov fá fólk nýta bussleiðina sunnudagar, og tí var ætlanin at niðurleggja busskoyring henda dagin. Nú verður tó møguleiki at geva tilboð uppá sunnudag eisini.
Boði Haraldson sigur, at nakrar broytingar vera frá núverandi skipan. Hann sigur, at tá talan er um ferðaætlanina, fara tey at leggja seg eftir at raka skúlarnar eitt sindur fyrr á morgni.
Harumframt er ætlanin at fáa eina nýggja og meira nútíðarhóskandi skipan við ferðaseðlum, so at býráðið lættari kann fylgja við í ferðafólkahagtølunum.
Hann vísir á, at tey hava kannað tølini viðvíkjandi leið 1, 2 og 3. Á hesum leiðunum ferðast nógv fólk, og tí skuldi ligið væl fyri at fingið tað at mala runt fíggjarliga. Hinar leiðirnar, sum koyra til Kollafjørð og Kaldbak, verða ikki eins nógv nýttar.
Tilboðini verða latin upp 15. august.