Triðja viðgerð kostaði 18 milliónir krónur

Nógvar av sparingunum hjá tí almenna blivu játtaðar aftur í 3. viðgerð.

 

Í álitinum frá Fíggjarnevndini, sum bleiv lagt fram áðrenn 2. viðgerð av fíggjarlógini, hevði meirilutin í Fíggjarnevndini, tað eru samgonguumboðini, skotið upp broytingar til fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum, sum lækkaðu játtanina til landsumsitingina við 12 milliónum krónum.

 

Hesar broytingarnar blivu eisini samtyktar við 2. viðgerð í gjárkvøldið, men millum 2. og 3. viðgerð kom eitt broytingaruppskot frá einum meiriluta í fíggjarnevndini, Ruth Vang, Kristini Michelsen, Kristonnu Winther Poulsen og Jógvani Skorheim. Í hesum broytingaruppskotinum blivu nógvar av játtanunum hækkaðar aftur, so skerjingin í 2. viðgerð bleiv 3 milliónir krónum minni.

 

Tey, sum fingu í øllum førum ein part av skerdu játtanini aftur, vóru Fíggjarmálaráðið, sum fekk 200.000 krónur aftur av teimum 400.000 krónunum, sum bleiv tikið frá teimum við 2. viðgerð.

 

TAKS fekk 700.000 krónur av teimum 1,3 milliónunum, sum játtanin bleiv lækkað við til 2. viðgerð. Gjaldsstovan fekk 400.000 av 500.000 krónum aftur, Hagstovan fekk 150.000 av 300.000 krónum, Fiskimálaráðið fekk 150.000 av 400.000 krónum, Havstovan 150.000 av 300.000 krónum, Nám 150.000 av 200.000 krónum og Søvn Landsins fingu 50.000 krónum av 300.000 krónum aftur.

 

Afturat teimum fingu Almannaverkið (400.000 krónur), Strandferðslan (300.000 krónur) og Heilsufrøðiliga Starvsstovan (300.000 krónur) alla játtanina aftur, sum fíggjarnevndin annars upprunaliga ætlaði at taka frá teimum, og sum løgtingið eisini samtykti.

 

Størsta eykajáttanin, sum varð løgd afturat fíggjarlógini við 3. viðgerð vóru 13,1 milliónir krónur til Landssjúkrahúsið. 12,6 milliónir krónur verða latnar Landssjúkrahúsinum afturat, í samband við at ein semja er gjørd millum Serlæknafelag Føroya og Landssjúkrahúsið um útgoldna avspáking.

 

Heilsutrygd fekk 1,2 milliónir krónur afturat, meðan Tekniski Skúlin í Klaksvík fekk eina millión afturat.

 

Tingmenn vóru ikki líka raskir at spara til 3. viðgerð, samlaðu skerjingarnar í játtan við 3. viðgerð vóru 1,85 milliónir krónur. Løgtingið skerdi játtanina til arbeiðsfremjandi tiltøk við 500.000 krónum, játtanin til Landsverk lækkaði við 300.000 krónum afturat teimum 300.000 krónunum, sum hon lækkaði við longu við 2. viðgerð, og háskúlin í Suðuroy misti 200.000 av teimum 500.000 krónunum, sum hann annars fekk játtað afturat við 2. viðgerð.

 

Tilsamans vóru 18,4 milliónir krónur afturat játtaðar við 3. viðgerð.