"Triði Hálvleikur" byrjar klokkan 16.50

Í fótbóltssendingini hjá Rás2 í dag verður prátað við umboð fyri øll 10 effo-deildsliðini

Sendingin 3. hálvleikur byrjar klokkan umleið klokkan 16.50 á Rás2.

 

André Olsen kemur inn úr Klaksvík og fer at práta við umboð fyri Kí og Víking. Vit tosa við Eliesar Olsen (Skála) og við Helga L. Petersen (NSÍ). Vit hoyra eitt telefonprát við Gunnar Nielsen, sum ger tað gott í Motherwell. Vit taka samanum umfarið við Tróndi Arge.

 

Vit hoyra prát við Albert Ellefsen (ÍF), Heðin Askham (HB), Jógvan Martin Olsen (B68), Rúni Nolsøe (EB Streymur), Bill Jacobsen (AB) og Róaldur Jakobsen (B36). Vit ringja eisini til Niels Petersen til eitt prát um oddadystin í 1. deild millum TB og 07 Vestur, sum var ígjár.

 

Lurtararnir kunnu smsa viðmerkingar inn til 559999, og hava tá møguleikan at vinna eitt atgongumerki til Føroyar-Finnland EM-undankappingardystin, sunnudagin 7. september.'

 

Lurta eftir sendingini her: http://www.pressan.fo/index.php?id=101