Keypmannahavn: Stuðulin í danska fólkinum til kongshúsið er stórur. Men ein vaksandi partur av danska fólkinum heldur, at Margreta drotning skal geva valdið frá sær.
Tað vísir ein nýggj kanning, sum Voxmeter hevur gjørt í døgunum eftir jarðarferðina hjá Hendriki prinsi. Kanningin er gjørd frá 22. til 28. februar við 1075 spurdum.
Í kanningini kann lesast, at gott 30 prosent av dønum halda, at drotnginingin komandi árið eigur at geva valdið frá sær og lata krúnprinsaparið taka yvir.
Men ein sløk helvt av fólkinum heldur, at Margreta skal halda fram á trúnuni.
Í 2012 gjørdi Voxmeter eina líknandi kanning. Tá svaraði bara fjórði hvør dani, at drotningini átti at abdisera, meðan 60 prosent hildu, at hon skuldi halda fram.
/ritzau/