Magnus Carlsen hevur seinnapartin í dag vunnið HM í snartalvi. Við hesum sigrinum er Magnus Carlsen heimsmeistari í vanligum talvi, kviktalvi og snartalvi. Eingin hevur fyrr megnað at verið heimsmeistari í øllum trimum greinunum samstundis.
Í novembur í fjør gjørdist hann heimsmeistari í vanligum talvi, tá hann vann HM-dystin móti Viswanathan Anand í Chennai í India. Fyrr í vikuni vann hann HM-kappingina í kviktalvi og seinnapartin í dag hevur hann vunnið HM-kappingina í snartalvi. Sigast má, at hann vann sannførandi. Magnus Carlsen fekk 17 stig av 21 møguligum .
Í morgun telvaðu Magnus Carlsen og Viswanathan Anand allarhelst tað seinasta talvið sínámillum, innan HM-dystin millum teir báðar í novembur. Hesin endaði við remis. Fyrr í vikuni telvaðu teir báðir móti hvørjum øðrum í kviktalvskappingini. Tá vann Anand.
Eftir at Magnus Carlsen vann HM-dystin á Viswanathan Anand í novembur í fjør, vóru fleiri røddir frammi, ið meintu, at Anand allarhelst ikki fór at vera við í kandidat-kappingini til HM-dystin í ár. Hansara tíð var farin, søgdu tey. Anand møtti tó til kappingina og mong gjørdust bilsin, tá hann megnaði at vinna kappingina. Tað er tískil hann, ið skal møta Magnus Carlsen í Sotsji í novembur.
Í snartalvi fáa telvararnir tríggjar minuttir hvør, umframt tvey sekund fyri hvønn leik. Í kviktalvi fáa telvararnir 15 minuttir hvør, umframt 10 sekund fyri hvønn leik.