Í gjárkvøldið fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið.
Hetta var á Sandavágshálsi klokkan 23.
Ein koyrdi 105 km/t, ein 110 km/t, meðan hin triði brúkti telefon.
Man fær nú eisini klipp fyri at brúka handhildna telefon, og bótin fyri tað er 1500 krónur.
Í Klaksvík var ein bilførari, sum hevði drukkið og er tí nú skuldsettur fyri tað.