Hetta álopið er bert eitt av mongum, sum USA hevur framt í Kyrrahavinum og Karibia móti mistonktum rúsevnasmuglarum seinastu mánaðirnar

Tríggir mans deyðir í nýggjum amerikonskum álopi á rúsevnissmuglarar

Trý fólk eru deyð eftir enn eitt amerikanskt álop á mistonktar rúsevnasmuglarar í Karibia.

Hetta álopið er bert eitt av mongum, sum USA hevur framt í Kyrrahavinum og Karibia móti mistonktum rúsevnasmuglarum seinastu mánaðirnar

Sambært amerikanska krígsmálaráðharranum, Pete Hegseth, var báturin brúktur til at smugla rúsevni sambært amerikonsku fregnartænastuni og sigldi á eini leið, sum er kend sum smuglingarleið. Hetta skrivar hann á X, har hann eisini hevur deilt eitt video av álopinum.

Umborð vóru tríggir menn, sum Hegseth ákærir fyri at hava verið "narko-yvirgangsmenn".

Álopið er bert eitt av mongum, sum USA hevur framt í Kyrrahavinum og Karibia móti mistonktum rúsevnasmuglarum seinastu mánaðirnar. Bátarnir eru ofta smáir og sigla í økjum langt frá USA.

- Hesir narko-yvirgangsmenninir koma við rúsevnum til strendur okkara fyri at eitra amerikanarar heima - og tað fer ikki at eydnast teimum. Deildin fer at viðgera tey AKKURAT sum vit viðgjørdu Al-Qaeda. Vit fara framhaldandi at spora teir, kortleggja teir, sagstra teir og drepa teir, skrivar Hegseth.

Álopið fór fram í altjóða sjógvi.

 

##med2##

 

 

Hetta álopið er bert eitt av mongum, sum USA hevur framt í Kyrrahavinum og Karibia móti mistonktum rúsevnasmuglarum seinastu mánaðirnar