Tríggir føroyingar í uppskoti til danskar tónleikavirðislønir

Teitur er tilnevndur í heili fimm greinum

Danska tónleikablaðið GAFFA heiðar á hvørjum ári tónleikarar fyri útint avrik seinasta árið. Um ein góðan mánað - 3. mars - verða tónleikavirðislønirnar 2022 handaðar í Århus.

 

Og føroyingar gera av álvara um seg á listanum av tilnevndum í ár - tríggir føroyingar eru tilnevndir virðislønir.

 

Serliga er tað Teitur, ið ger um seg, tí hann er í uppskoti at vinna heili fimm virðislønir.

 

Brimheim er í uppskoti til tvær, meðan Eivør er í uppskoti til eina virðisløn. 

 

 

 

Teitur er tilnevndur fyri fylgjandi:

 

Ársins donsku útgávu / Cazador de Ostras

 

Ársins donsku pop-útgávu / Cazador de Ostras

 

Ársins solistur

 

Ársins danska livenavn

 

Ársins danski sangskrivari

 

 

 

Brimheim er tilnevnd fyri fylgjandi:

 

Ársins danska livenavn

 

Ársins danska hitt / Call It What You Want

 

 

 

Eivør er tilnevnd:

 

Ársins danska livenavn

 

 

 

 

 

Til ber hjá øllum at atkvøða fyri teimum tilnevndu HER