Í dag hevur prógvhandan verið á Vinnuháskúlanum, har tríggir næmingar hava fingið prógv.
Petur Pauli Petersen, Heri Eyðunsson Kjærbo og Petur Hans A. Joensen fingu prógv sum maskinmeistarar.
Síðst í januar fekk Oddur Ø. Simonsen eisini prógv á Vinnuháskúlanum sum skipari.
Vit kunnu nevna, at í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús mánadagin, er grein um lestrarmøguleikarnar á Vinnuháskúlanum.
Her verður víst á, at á sjónum ráða føroyingar, og sjógvurin ger føroyingar ríkari. Men, tað kostar, tí tú mást ofra teg hvønn dag.
- Tú fert at møðast og stríðast, men lønin er ein útbúgving í heimsflokki, verður lagt aftrat.
Vinnuháskúlin er ein sjómansskúli, maskinmeistaraskúli, trygdardepil og skeiðsdepil.