Tríggir tímar um tollmálið

Eystari Landsrættur hugdi í morgun at trimum tímum av sjónvarpstilfari um sonevnda tollmálið.

Kærumálið, eftir at Jan Lamhauge, Liljan Weihe, Dia Midjord og Sveinur Tróndarson vóru dømd fyri ærumeiðing í Føroya Rætti, helt fram í dag í Eystara Landsrætti.

 

Dagurin byrjaði við, at rætturin hugdi ígjøgnum alt tilfarið frá Degi og Viku sum umrøður sonevnda tollmálið, frá 19. desembur, tá portal.fo fyrstu ferð skrivaði um málið, til 14. februar. Talan var um slakar tveir tímar av tíðindatilfari tilsamans. 

 

Og eftir ein lítlan steðg stóð sendingin Eg Helt Landsins Lógir, á skrá, sum varar í ein góðan tíma. Sostatt var talan um tríggjar tímar tilsamans. 

 

Síðani hava sakførararnir avhoyrt tey fýra ákærdu umaftur, Jan Lamhauge, Liljuna Weihe og Dia Midjord fyri Kringvarp Føroya og Sveinur Tróndarson fyri portal.fo.

 

Frágreiðingar teirra frá Føroya Rætti vóru lisin upp og síðani høvdu sakførararnir høvi at spyrja uppfylgjandi spurningar.

 

Málið heldur áfram í næstu viku. Týsdagin skal Jørgen Niclasen aftur greiða frá, áðrenn Ove Liedke og Bjørn á Heygum hava sínar endaligu framløgur. Mikudagin hevur Christian F. Andreasen sína endaligu framløgu, áðrenn málið verður latið dómarunum til dóms.