Tríggir trolbátar koma inn at landa

Garnaskipini, sum fiska svartkalva og havtasku, hava brúkiligan fiskiskap.

 

Myndin er tilvildarlig.

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Skipini fiska upsa og fáa eisini nakað av hjáveiði. Partrolararnir koma inn at landa, sum vikan gongur, men fiskiskapurin er einki serligur.

 

Ein djúpvatnstrolari fiskar makrel, og vit á In.fo gita, at teir fiska saman við Fram. Herfyri frættist eisini um aðrar partrolarar, eitt nú Eysturbúgvan og Vesturbúgvan, sum hava verið á makrelveiði.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tríggir av teimum smáu trolbátunum eru norðan fyri, har teir fáa mest av hýsu, toski og flatfiski. Væntandi koma teir allir inn at landa í vikuni.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Tvey garnaskip fiska eisini havtasku, og tey hava eisini brúkiligan fiskiskap. Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.