Tríggjar barnabøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út tríggjar barnabøkur:

Atenaide Arpone DELFININ. Franca Trabacchi teknaði og Eyðna Magnussen týddi.

DELFININ er lítil smábarnabók, har lítla delfinin Alfa sigur okkum frá delfinlívinum. Hon veksur upp í einum stórum bólki. Tær vaksnu delfinirnar læra hana, hvussu hon skal verja seg fyri øðrum dýrum, og hvussu hon skal lívbjarga sær. Eins og í bókini um Pandabjørnina eru allir upplýsingar so álítandi, sum til ber.

Delfinin er 24 bls. í litum við stívari kápu. Spf. Gramar stóð fyri prentgerðini. Hon kostar kr. 38.

Astrid Lindgren 325. SKÁLKABRAGD EMILS. Bjørn Berg teknaði og Heine Petersen týddi.

325. SKÁLKABRAGD EMILS. Hann kenna øll, Emil í Lønnibergi, sum býr á Kattholti, lítla garðinum í Smålandi. Har trivust øll væl, men arbeiðskonan, Lina, helt kortini, at har var ikki bara gott at vera: »Víst bagir eisini okkurt her. Allur kavin um veturin og allar flugurnar um summarið! Og so Emil, sum ger skálkabrøgd bæði summar og vetur.« Hesum hevði hon rætt í men síðsta skálkabragdi Emils høvdu flugurnar alla skyldina í. Mamma Emils vildi nevniliga sleppa at keypa flugufangarar, men tað vildi pápi Emils als ikki. Teir kostaðu jú 10 oyru hvør!

Tí mátti Emil taka málið í egnar hendur, og tí gekk tað, sum tað gekk ? hetta bleiv nevniliga 325. Skálkabragd Emils.

325. skálkabragd Emils er 62 síður við litmyndum og stívari kápu. Spf. Gramar stóð fyri prentgerðini, og bókin kostar kr. 90 í bókhandlunum.

Inger Brattström YNSKISROSSIÐ:

Margreta Nordqvist teknaði og Jákup í Skemmuni týddi.

YNSKISROSSIÐ er frálík bók til øll stór børn, ið dáma hestar. Bókin snýr seg um níggju ára gomlu Maluna, sum mest av øllum ynskir sær ein hest. Á øllum ynskilistum hennara stendur bara tað eina orðið HEST.

Hetta ynski er so brennandi, at tá ið hon ein dagin hoyrir geykin láta ku-ku í trænum beint framman fyri sær, veit hon akkurát, hvat hon skal ynskja sær. Og hon er eisini sannførd um, at ynskið fer at gang aút. Tí verður hon als ikki bilsin, tá ið hon lítla løtu seinni kemur fram á ein stóran arbeiðshest fyri vogni, sum stendur har í nánd. Hetta má vera hennara hestur.

Men hvar skal hon fara við honum? Hon er vís í, at mamman fer ikki at trúgva sær ?

Ynskisrossið er spennandi og innilig bók, sum umframt at snúgva seg um sambandið millum rossið og gentuna, eisini viðgerð familjuviðurskifti, serliga hetta at kenna seg einsamallan, tá ið eitt nógv yngri systkin er komið, sum stjelur alla tíðina hjá foreldrunum.

Ynskisrossið er 72 bls. við myndum og linari kápu. Bókin er umbrotin, prentað og heft á Dimmalætting og kostar kr. 90.