Tríggjar mán­að­ir fongs­ul fyri at smugla hassj til Før­oya

Ein maður, sum fyrradagin smuglaði 1,5 kg av hassji til Føroya varð dømur í Føroyar Rætti í gjár

Tilgjørd mynd

Tað var um 14 tíðina fríggjadagin, at tollarar funnu eina stóra nøgd, 1,5 kg, av hassji í viðførinum hjá einum manni á flogvøllinum í Vágum. Maðurin varð handtikin og í gjár var hann settur fyri rættin – fyri at fáa ein straksdóm, sum tað verður nevnt, tá fólk, sum játta seg sek, verða førd fyri rættin fyri at fáa tey dømd alt fyri eitt.

Vaktleiðarin á politistøðini segði í gjár, at maðurin hevði so gott sum játtað seg sekan í øllum, og tí fór hann longu farin í rættin klokkan 9 gjáramorgunin.

Føroya Rættur dømdi mannin í fongsul í tríggjar mánaðir. Hann varð síðani latin leysur aftur.

Talan er um ein danskan ríkisborgara, sum ikki er føroyingur, og sum býr í Danmark.

Hann fær tí seinni boð um, nær hann skal inn at sita, og tað verður í einum fongsli í Danmark.

 

Tilgjørd mynd