Trivaligur heimasigur á Argjum

Tað var eingin ivi, tá ið AB seinnapartin hevði vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ. Gongdin hevur verið hugalig hjá klaksvíkingum seinastu vikurnar, men í dag var einki at gera. AB vann 5-1, eftir at teir í hálvleikinum høvdu verið frammanfyri 2-0.

Spælandi venjarin, Allan Mørkøre, sum er ein av fáu veteranunum á AB liðnum, setti hol á, og seinna málið í 1. hálvleiki var sjálvmál eftir deyðbóltsstøðu.

Magnus Jakobsen økti beinanvegin í 2. hálvleiki til 3-0, og so skoraði álopsspælarin Tróndur Sigurðsson til 4-1, áðrenn 17 ára gamli Rani Jacobsen minkaði um munin.

Vongspælarin í vinstru Dion Splidt staðfesti 5-1 sigurin, sum ber við sær, at AB styrkti um sína støðu í kappingini um at vinna uppflyting.