Útrokningarnar eru bjartskygdar

Javnaðarflokkurin sigur seg við vilja hava nýtt bjartskygdar fyritreytir í búskaparligu framrokningunum av ætlanum landsstýrissins


 

Við einum búskaparvøkstri á 2 prosent árliga og útreiðslum á 1,5 prosent verður gjaldføri landskassans negativt longu í 2005.

 

Hetta er úrlslitið av búskaparligu framrokningunum hjá Javnaðarflokkinum av sjálvstýrisætlanini, og Javnaðarflokkurin kallar tær í so bjartskygdar.

 

? Vit valdu við vilja at gera fortreytirnar bjartskygdar fyri at geva útrokningunum eitt betri trúvirði, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.

 

 

 

Vøkstur verður hægst 2 prosent

 

Javnaðarflokkurin heldur, at tað er í hægra lagi at rokna við einum árligum inntøkuvøkstri á 2 prosent realt. Hetta grundgevur hann við millum annað at sammeta við ES lond, sum í miðal hava havt ein inntøkuvøkstur á 1,74 prosent síðani 1990.

 

Samstundis vísir Javnaðarflokkurin á, at Føroyar í veruleikanum ikki hava havt nakran inntøkuvøkstur síðani 1990. Hetta ger hann greitt við at vísa á, at føroyski búskapurin síðani kreppuna nú er komin upp á sama stig, sum hann var í 1990. Orsøkin til, at vit kortini hava merkt ein øgiligan vøkstur seinastu árini er, at vit hava merkt ein vøkstur síðani kreppuna. Men vit hava ikki merkt ein vøkstur síðani 1990, greiðir Javnaðarflokkurin frá.

 

Landsstýrið hevur fleiri ferðir víst á, at Føroyar hava havt ein søguligan búskaparvøkstur á 3,7 prosent síðani 1962.

 

Men Javnaðarflokkurin vísir á, at hetta er orskað av, at seksti árini vóru serlig ár fyri føroyska búskapin. Tað var tá, at føroyski búskapurin tók seg upp á ein ídnaðarligt menningarstig, og tá øktiskt virksemið nóg saman við útbyggingini av almanna-, heilsuð og útbúgvingarverkinum, eins og privatu tænastuvinnurnar øktist. Harafturat vísir Javnaðarflokkurin á, at tað var í hesum tíðarskeiðnum, at kvinnurnar fóru út á arbeiðsmarknaðin.

 

? Slík menningarstig kunnu sambært búskaparfrøðini bert henda einaferð, sigur Javnaðarflokkurin.

 

Javnaðarflokkurin vísir á, at búskaparvøksturin í Føroyum seinastu 20 árini hevur verið 2 prosent árliga.

 

 

 

Útreiðsluvøksturin er høgur

 

Í útrokningum sínum hevur Javnaðarflokkurin valt at seta útreiðsluvøksturin at vera 1,5 prosent um árið komandi árini, hóast hann heldur hetta ver í so lítið.

 

Samgongan hevur í sínum útrokningum sett útreiðsluvøksturin at vera 0,8 prosent.

 

Men hetta heldur Javnaðarflokkurin vera heilt burturvið.

 

»Hetta er púra órealistiskt, tá hugsað verður um, hvussu tað hevur eydnast landsstýrinum at tálma útreiðslunum tær tríggjar fíggjarlógirnar, tað hevur havt ábyrgdina av. Hesi trý árini eru útreiðslurnar øktar við umleið 600 milliónum, svarandi til heili fimm prosent um árið«, sigur Javnaðarflokkurin.

 

Og Javnaðarflokkurin vísir eisini á onnur dømi:

 

»Eitt annað dømi um, hvussu órealistiskt tað er at rokna við einum útreiðsluvøkstri undir eitt prosent er, at skulu vit veita tí veksandi tali av okkara gomlu borgarum bert nøkulunda mannsømilig kor á dagsins støði, vil hetta einsamalt økja um landskassans útreiðlur árliga við umleið hálvum prosenti árliga«, sigur flokkurin.

 

Eisini vísir Javnaðarflokkurin á, at tað ikki ber til at rokna við, at útreiðslunar ikki skulu økjast meira enn 0,8 prosent, tá landsstýrið hevur ætlanir um stórar íløgur í skip og tunlar, eins og lønarsáttmálar eru gjørdir, ið geva ein mettan realan lønarvøkstur á í mista lagi 3 prosent komandi árini.