Tróndur Arge sigur frá NSÍ-AB í dag

Dysturin byrjar klokkan 18, og Rás2 byrjar at senda klokkan 17.30

Tróndur Arge sigur frá dystinum NSÍ-AB á Rás2 í dag. Dysturin verður spældur við Løkin í Runavík. 

Dysturin byrjar klokkan 18, og vit byrja at senda klokkan 17.30, har Heri Simonsen fyrstu løtuna prátar við umboð fyri FC Suðuroy og HB, sum hava spælt tá. Vit fara eisini at práta við umboð fyri føroyska U19 kvinnulandsliðið í hondbólti um dystin Føroyar-Kekkia.