Næmingatalið í Studentakúlanum og HF-skeiðnum er støðugt vaksið hesi seinastu 30 árini, men sambært leiðsluni, hava karmarnir ikki fylgt við. Tann skúlin, ið varð bygdur til 12 flokkar og 240 næmingar í byrjanini av 60-árunum er enn í dag karmur um eitt virksemi, ið nú umfatar 600 næmingar í 27 flokkum, umframt 100 starvsfólk.
- Bygningarnir eru í dag niðurslitnir og ótíðarhóskandi til ta undirvísing, ið ein miðnámsskúli í 2007 eigur at bjóða, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari.
Hølisviðurskiftini hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði hava mangan verið á breddanum. Í 1997, tá skúlin fylti 60 ár, lá ein umfatandi umbygging í kortunum. Hon gjørdist av ongum og í staðin var ein komandi miðnámsskúladepil kunngjørdur á sjálvum 60 ára haldinum á skúlanum. Hann gjørdist heldur ikki veruleiki fyri studentaskúlans viðkomandi.
- Vit vóna, at farið verður undir at viðgera karmar skúlans í næstum, so 75 ára haldið í 2012 kann haldast í kørmum, sum hóska til nútíðina og framtíðina, sigur leiðslan.
Skapandi virksemi
Mikkjal Helmsdal sigur eisini, at skúlin, hesi 70 árini hann hevur verið til, klakt umleið 4300 studentar og knappliga 1000 HF-pisur.
- Hann hevur tí havt ein avgerandi leiklut í teirri menningini av útbúgvingarstignum hjá føroyingum hesa knøppu ¾ øld, ið hann hevur virkað. Seinastu árini hevur skapandi virksemið verið ein týðandi partur av ímynd skúlans, og mong ung og lovandi listafólk eru byrjaði leið sína inn í listina gjøgnum virksemi skúlans.