Troytt av at bíða

Bólkur A: Portugal. Silvurheiðursmerkið í EM 2004 og fjórða plássið við HM í 2006 hevur av álvara givið portugisum trúnna á, at liðið kann vinna sítt fyrsta altjóða gullheiðursmerkið í summar. Serliga eru eyguni vend móti størstu stjørnuni av øllum: Cristiano Ronaldo

Hóast Portugal í fleiri tíðarskeið av álvara hevur bjóðað teimum stóru av í altjóða høpi, so er framvegis ikki eydnast landsliðnum at vinna gullheiðursmerki til landið. Síðan aldarskiftið hevur Portugal, við venjaranum Luiz Felipe Scolari á odda, staðið fyri frálíkum úrslitinum – men nú eru portugisar troyttir av at bíða. Hesaferð skal tað verða.


Ronaldo er stjørnan

Fyrrverandi stórleikarar sum Figo, Rui Costa og Pauletta eru ikki við longur, og ábyrgdin liggur nú á herðunum á heimsins besta fótbóltsleikara, Cristiano Ronaldo. Fleiri hava hug at seta spurnartekin við, um hann er uppgávuna búgvin. Vongurin úr Manchester United hevur prógvað sítt á vøllinum, men í landsliðshøpi hevur ikki altíð gingið eftir vild.

Maniche er heldur óvæntað ikki í hópinum, meðan nógv verður væntað av lítla beiggja hansara, Jorge Ribeiro.


Liðið

Væntandi verður Portugal at síggja í eini 4-3-3 uppstilling. Fáir venjarar ráða yvir so evnaríkum framrættaðum leikarum sum Scolari, har millum annað Ronaldo, Simão, Nani og Quaresma kunnu røkja plássini. Í undankappingini hevði liðið trupult við at skjóta mál, og nú Pauleta ikki er úttikin, skulu Nuno Gomes og Hugo Almeida royna seg í hesum leiklutinum.

Millum verjuleikararnar verða Ferreira, Pepe, Carvalho og Bosingwa helst í byrjunaruppstillingini, meðan Veloso, Meireles og Moutinho væntandi verða miðvallarar. Serliga hevur hesin seinasti nevndi gjørt um seg í Sporting Lissabon og portugisisku landskappingini í júst farna kappingarári, og spennandi verður at fylgja honum.

Portugal er eyðkent fyri at vera nógv á bóltinum, har einstaklingarnir standa fyri hugflognum og gjøgnumbrotunum. Kvikleikin í framrættaða spælinum gevur teimum greiðan fyrimun í skjótálopum, sum portugisar vanliga dúva uppá.


Sinnalagið ein trupulleiki

Síðan 2003 hevur Luiz Felipe Scolari staðið við stýrisvølin hjá portugisiska landsliðnum. Serliga er 59 ára gamli brasilianin kendur fyri sítt sinnalag, sum seinast var í miðdeplinum í undankappingardysti móti Serbia. Tá gjørdi hann ikki mætari enn gav einum mótstøðuleikara ein upp á kjaftin.

Scolari hevur verið venjari í heili 14 ymiskum feløgum, og størsta avrikið hevur uttan iva verið, tá hann leiddi Brasilia til gull við heimsmeistaraheitið í 2002.

Brasilianski venjarin hevur verið heldur varin, tá hann í fjølmiðlunum hevur prátað um endaspælið í summar. Á liðnum eru fleiri verandi og komandi stórleikarar, og Scolari hevur staðfest, at møguleiki er sjálvsagt fyri at standa ovast, tá heiðursmerkini verða býtt.

Eitt er í øllum førum vist: Portugisar eru troyttir av at bíða.

Portugal


1 Ricardo

2 Paulo Ferreira

3 Bruno Alves

4 Bosingwa

5 Fernando Meira

6 Raul Meireles

7 Cristiano Ronaldo

8 Petit

9 Hugo Almeida

10 João Moutinho

11 Simão

12 Quim

13 Miguel

14 Jorge Ribeiro

15 Pepe

16 Ricardo Carvalho

17 Ricardo Quaresma

18 Miguel Veloso

19 Nani

20 Deco

21 Nuno Gomes

22 Rui Patrício

23 Hélder Postiga


Venjari: Luiz Felipe Scolari