Skála?B68
Eftir vitjanina á Skála mikukvøldið fór B68 fór yvir um aftur fjørðin við øllum trimum stigunum. Tað fegnaðust teir sjálvandi um. Sigurin ber við sær, at toftamenn sunnudagin fara í Gundadal at takast við HB um, hvørt av hesum báðum liðunum skal halda summarfrí á fremsta plássinum í bestu deildini.
Leikliga kundu toftamenn fegnast um fyrsta korterið, tá teir vóru ágangandi, trýstu mótstøðumenninar langt aftur á vøllin og spældu seg til einar tríggjar stórar málmøguleikar.
Hesa løtuna kom B68 á odda. Álop endaði við innkasti í vinstru, John Heri Dam tveitti langt inn í brotsteigin, verjan beindi bóltinum út frá, og Fríðin Ziskason smekkaði til úr seytjan metrum. Bólturin fór millum nógvar hvítklæddar B68 spælarar og skálamenn í sínum eyðkendu búnum. Bólturin fór undir Eugen Voda, sum annars var stinnur í málinum, og so hevði B68 fingið sera týdningarmikla leiðslumálið.
Spurningurin tóktist hesa løtuna vera, hvussu stórur B68 sigurin fór at vera. Men tað var skjótt, at tað varð staðfest, at B68 hevði ikki so nógv í sær. Spælararnir vóru týðuliga moyrir, eftir at teir síðsta mánaðan hava spælt hálvfinalu í steypakappingini, tveir Intertoto Cup dystir og hvørja viku ein landskappingardyst. Tyngdin í nærdystunum var ikki nóg stór, og ferðin í spælinum, sum skal til, um tað skal eydnast at yvirspæla miðvøll og verju hjá mótstøðuliðnum, var ikki nóg høg, og hjá fleiri vóru persónligu mistøkini mong.
Men B68 hevði bóltin størsta partin av tíðini, og tá Skála á hálva tímanum javnaði, var tað fyrsta ferðin, at teir royndu ímóti B68 málinum. Sera eyðsýndi Jonhard Frederiksberg legði innfyri úr høgru, Michal Kokoszanek ? hann var ikki so tryggur í B68 málinum hesa ferð, sum hann hevur verið áður ? valdi at jústa bóltin út frá í staðin fyri at boksa ella at beina til horna, og so var Alexander Johansen á staðnum og smekkaði úr eitt sindur spískum í vinstru og upp í nettakið.
Meiri frígjørdir
Málið var skelkur hjá B68, og tað gav blóð á tonna hjá heimaliðnum. Undan steðginum høvdu skálamenninir ligið aftarlaga, teir tóktust strongdir, og teir bjóðaðu seg lítið fram at hjálpa honum, sum hevði bóltin.
Eftir steðgin var tað týðuligt, at Mathias Davidsen hevði sagt sínum monnum, at teir høvdu einki at tapa og alt at vinna. Skálamenninir tordu at spæla, og fyrstu løtuna vóru teir væl meiri ágangandi, enn teir høvdu verið fyrstu trý korterini.
Kortini hevði B68 størri breidd og tyngd. Fróði Benjaminsen var í miðverjuni, og saman við Hans Fróða Hansen hevði hann gott tak á tí. At væl upplagdi Fróði Benjaminsen ikki var á miðvøllinum í sovornum dysti kann undra. Men onkra ferðina fór han við í álop, og Fróði var upphavið til sigursmálið. Eftir at hann hevði sneitt tríggjar av sær, segði væl plaseraði dómarin, at fríspark var gjørt ímóti Fróða átjan metrar úr málinum. Hjá teimum, sum sótu og stóðu omanfyri vøllin, tóktist tað, sum um taklingin hjá Paula Poulsen var klinisk!
Fróði hótti við skotroynd, men valdi í staðin at spæla flatt til vinstru, og akkurát innskifti Anders Nygaard stýrdi innlegginum frá Øssuri Hansen í málið. Tá var Skála verjan ikki nóg ansin.
Síðsta hálva tíman vóru møguleikar báðar vegir. Anders Nygaard var støðugt vandamikil, eftir at hann síðsta hálva tíman hevði avloyst ikki serliga eyðsýnda Morten Skytte, og í hinum endanum hevði Skála tvær fínar royndir. B68 málverjin megnaði akkurát at lyfta skoti frá Dániali Hansen úr 35 metrum upp um tvørtræið, og hann bjargaði væl, tá Marius Joensen royndi seg úr 16 metrum.
Skála?B68 1?2 (1?1)
9. umfar
0?1: Fríðin Ziskason 8.
1?1: Alexander Johansen 34.
1?1: Anders Nygaard 60.
Dómari: Oddmar Andreasen
Skála: Eugen Voda ? Ronnie Hansen, Pauli Poulsen, Áki Petersen (Bent Djurhuus, 55.), Arnhold Berg ? Jonhard Frederiksberg (Tummas Olsen, 90.), Dánial Hansen, liðformaður, Gigi Callo, Alexander Johansen ? Alexandru Gabor (Hanus Thorleifsson, 66.), Marius Joensen
Gult kort: Gigi Callo 18, Arnhold Berg 57.
B68: Michal Kokoszanek ? Jan Petersen, Hans Fróði Hansen, Fróði Benjaminsen, John Heri Dam ? Jann Ingi Petersen, Fríðin Ziskason, Bogi Petersen (Marlon Jorge, 80.) ? Arnold Joensen, Morten Skytte (Anders Nygaard, 58.), Øssur Hansen
Gult kort: Hans Fróði Hansen 43.