Trúgvason við nýggjum staklagi

Trúgvason hevur latið frá sær staklagið Einvera. Eftir ein steðg upp á nærum 2 ár er aftur nýtt frá honum.

 

Einvera er ein oyralættur sangur í americana/country stíli.

 

Hetta er fjórði sangur, sum er útkomin frá hansara hond

 

Janus Trúgvason hevur gjørt orð og lag. Sangurin er tikin upp av Benjamin Petersen og hevur hann eisini ljóðblandað.

 

Tónleikarar eru

 

Janus Trúgvason guitar og sang

 

Benjamin Petersen Guitar, mandolin, Steel lap

 

Mikal Blak Kontrabass, harmonium

 

Rógvu á Rógvu Trummir

 

Lagið er at finna á millum annað Spotify og Tidal

 

Leinkja til Spotify:

 

https://open.spotify.com/track/2arHkpdsViDZFS5zRAdJ0w?si=7907bd6426d84b78