Trump ætlar sær til Iran eftir ríkaðum urani

Donald Trump kom við hesari útsøgn, sum áður hevur verið upp á tal, í einari telefonsamrøðu við Reuters

Amerikanski forsetin sigur, at USA ætlar sær til Iran í einum "róligum tempo", sum hann tekur til.

 

Ørindini í Iran eru at taka ríkaða uranið, sum Iran eigur og flyta tað yvir til USA.

 

Donald Trump kom við hesari útsøgn, sum áður hevur verið upp á tal, í einari telefonsamrøðu við Reuters. 

Forsetin segði eisini, at eingir pengar eru partur av avtaluni við Iran.

 

Annars sigur Trump við Bloomberg News, at Iran er gingið við til at seta sínar kjarnorkuætlanir í bíðistøðu - í óásetta tíð.

 

- Iransku myndugleikarnir hava ikki gjørt viðmerkingar til hesar útsagnir hjá amerikanska forsetanum, verður lagt aftrat.