Í dag, nú Grønland og Danmark skulu hitta USA á fundi í Hvítu Húsunum, kemur amerikanski forsetin við einari nýggjári útsøgn.
Donald Trump sigur, at verjusamgongan Nato verður bæði betri og meira effektiv, um hann fær tað, sum hann vil.
Tað, sum forsetin sipar til, er ognarskapurin yvir Grønlandi, sum hann hevur endurtikið ferð eftir ferð.
- USA tørvar Grønland við atliti til tjóðartrygdina, endurtekur Donald Trump, nú fundur verður í Hvítu Húsunum seinnapartin.
Tað er tíðindastovan, Reuters, sum ber hesi tíðindi fyrrapartin, og Verdens Gang er millum miðlarnar, sum endurgeva amerikanska forsetan.
Seinnapartin í dag verður fundur í Washington millum umboð fyri Danmark og Grønland á aðrari síðuni - og USA á hinari.
Lars Løkke Rasmussen og Vivian Motzfeldt umboða ávikavist Danmark og Grønland, og Marco Rubio og J.D. Vance eru á amerikansku síðuni.
Løkke og Motzfeldt eru uttanríkisráðharrar í Danmark og Grønlandi, Marco Rubio er amerikanskur uttanríkisráðharri, og J.D. Vance er varaforseti.











