Trump er nú á odda

Eftir at Hillary Clinton í fleiri vikur tykist at hava havt beina kós móti Hvítu húsinum, vísur ein nýggj veljarakanning, at valið ikki heilt er ein avgreiðsluspurningur.


Nýggjasta veljarakanningin hjá CNN og ORC vísir nevniliga, at Donald Trump er á odda í løtuni.


Eftir at Republikanski flokkurin hevur havt sína landsstevnu siga 44 prosent av veljarunum, at tey høvdu valt Donald Trump, 39 prosent siga, at tey høvdu valt Hillary Clinton, 9 prosent siga, at tey høvdu valt Gary Johnson og 3 prosent høvdu valt Jill Stein.


Tá veljarar verða biðin um bara at velja millum Donald Trump og Hillary Clinton, siga 48 prosent at tey velja republikanska valevnið, meðan 45 prosent velja demokratiska valevnið.


Serfrøðingar vísa á, at góða úrslitið væntandi er eitt úrslit av allari umtaluni, ið Donald Trump hevur fingið í samband við at Republikanararnir høvdu sína landsstevnu í síðstu viku. Víst verður tó eisini á, at Donald Trump var byrjaðu at hála inn á leiðsluna hjá Hillary Clinton áðrenn landsstevnan byrjaði.


Kanningin hevur eisini hugt eftir undirtøkuni hjá nøkrum av høvuðspersónunum á landsstevnuni.


Melania Trump, ið er gift við Donald Trump, fekk nógvar ákoyringar eftir at hon helt eina røðu, har hon hevði lánt fleiri brot frá eini talu hjá Michelle Obama. Hóast nógvu ákoyringarnar í altjóða miðlum, so vísir kanningin, at munandi fleiri amerikanarar dáma hana í dag samanborið við áðrenn landsstevnuna. Áðrenn stevnuna vóru einans 27 prosent av veljarunum eina positiva hugsan um Melania Trump, meðan 43 prosent høvdu eina positiva hugsan um hana eftir landsstevnuna.


Mike Pence, ið Donald Trump hevur valt til varaforsetavalevni, hevur eisini fingið størri undirtøku. Áðrenn stevnuna stuðlaðu 26 prosent honum, men eftir stevnuna siga 39 prosent, at tey stuðla varaforsetavalevninum.


Veljarakanningin varð gjørd í døgunum 22-24 juli og 1.001 fólk tóku lut. Mett verður, at óvissan í kanningini er 3,5 prosent.