Trump gevur út sang við fólki sum eru fongslað fyri kongressálop

Juraprofessari leggur Trump undir at gera sær dælt av »autoritera amboðskassanum« við nýggjum sangi

 

Yvirskotið frá nýggja sanginum skal til familjurnar hjá teimum, sum eru fongslað fyri lut sín í álopinum á kongressina 6. januar. (Arkivfoto). - Foto: Saul Loeb/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trum hevur givið út ein sang saman við einum bólki av fólki, sum vórðu fongslað fyri lut sín í álopinum á Kongressina í USA 6. januar í 2021.

Tað skrivar blaðið Forbes.

Í sanginum, sum eitur »Justice for All«, lesur Trump úr amerikanska trúskapareiðrinum.

Sangurin skiftir ímillum framførslu hjá Trump av trúskapareiðrinum og ein bólki av um 20 fangum – sum eru ákærd í sambandi við kongressálopið – tey syngja amerikanska tjóðsangin »The Star-Spangled Banner«.

Síðst í sanginum rópa fangarnir »USA« í kór.

Við miðilin The Guardian sigur Barb McQuade, sum er professari í løgfrøði við University of Michigan og fyrrverandi advokatur, at sangurin ein »ein miskunningartaktiskur tikin beinleiðis úr autoritera amboðskassanum«.

Trump hevur enn einki sagt í sambandi við útgávuna. Hann hevur tó fleiri ferðir áður víst stuðul til fólk, sum eru fongslað eftir álopið 6. januar í 2021.

Yvirskotið skal til familjur hjá fólkum, sum eru fongslað fyri lut sín í álopinum 6. januar.

Bólkurin eitur J6 Prison Choir. Tað er ikki beinleiðis greitt, hvussu langt limirnir í bólkinum eru í rættargongdini – altso um tey eru dømd ella varðhaldsfongslað.

Fleiri fólk doyðu, tá óð Trump viðhaldsfólk lupu á kongressbygningin í Washington D. C. 6. januar í 2021.

Undan álopinum segði Trump millum annað við viðhaldsfólkini, at tey skuldu taka landið aftur og »stríðast sum inn í helviti«.

Hann endurtók eisini ódokumenteraða uppáhaldið um, at valsigurin á forsetavalinum var stolin frá honum vegna svik.

Trump roynir at gerast valevni fyri republikanska flokkin til forsetavalið næsta ár.

Hann tók upp sín part av saginum í heimi sínum, Mar-a-Lago í Florida. Samstundis sungu tey fongslaðu yvir eitt telefonsamband úr einum fongsli í Washington D. C.

/ritzau/

 

Yvirskotið frá nýggja sanginum skal til familjurnar hjá teimum, sum eru fongslað fyri lut sín í álopinum á kongressina 6. januar. (Arkivfoto). - Foto: Saul Loeb/Ritzau Scanpix