Trump átti skyldina fyri álopini á kongressina

Tað vísur ein nýggj rapport, ið er gjørd av kongresúrvalinum, sum er sett at kanna leiklutin hjá Trump í samband við álopini 6. Januar 2021

Síðan kongressin varð álopin av Trump fjepparum tann 6. Januar 2021, hava allir pílar peika á Donald Trump, sum tann ið hevur ábyrgdina av álopunum. Nú sigur ein nýggj rapport tað sama.

 

- Ongar av hendingunum tann 6. Januar vóru hendar uttan hann.

 

So greið er niðurstøðan hjá kongresúrvalinum, ið hevur kannað leiklutin fyrrverandi forsetin átti í samband við álopini.

 

Rapportin skrivar, at Trump breyt lógina tá hann áhaldandi kravdi, at valúrsliti til forsetavalið í 2020 skuldi broytast. Hann lat eisini vera við at royna at steðga sínum fjepparum í at leypa á lóggávutingið í USA.

 

Rapportin er 814 síður og byggir á samrøður við fleiri enn 100 vitnir og 10 hoyringar. Ein gjøgnumgongd av milliónavís av skjølum hava somuleiðis verið við til at mynda rapportina.

 

5 fólk lótu lív í sambandi við álopini á kongressina 6. Januar 2021. Fleiri vórðu særd, harav 138 politistar.