Trump hóttir ES við 30 prosentum av tolli frá 20. august

Nýggjasta tollhóttanin frá Trump vendir móti ES og Meksiko. Frá august verða tey rakt av 30 prosent í tolli.

Trump hevur í vikuni sent brøv til eina røð av londum við nýggjum tolli. Nú hevur ES eitt. - Mynd: Yves Herman/Reuters

Amerikanski forsetin, Donald Trump, ávarar um 30 prosent toll á innfluttar vørur úr ES frá 1. august.

Hetta stendur í einum innleggi á Truth Social í dag.

Trump hóttir eisini Meksiko við einum líknandi tolli.

Í innlegginum hevur hann viðlagt eitt bræv til forkvinnuna í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen.

Evropeisku londini hava annars havt vón um eina handilsavtalu við USA.

Men Trump skrivar, at handilsviðurskiftini hjá USA við ES eru eyðkend av einum longum handilsjavnahalli, sum USA heldur skal "flytast" "burtur".

- Frá 1. august seta vit 30 prosent toll á ES-vørur, sum verða sendar til USA, skilt frá øllum sektortolli, stendur í skrivinum.

Fráboðanin frá Trump er bara tann seinasta í eini langari røð av fráboðanum og hóttanum á tolløkinum frá amerikanska forsetanum. Tær hava elvt til stór sveiggj á partabrævamarknaðunum.

Í vikuni hevur hann sent brøv til fleiri lond, har hann boðaði frá nýggjum tolli, sum kemur í gildi frá 1. august.

Mikudagin var fráboðanin frá ES-kommisserinum í handilsmálum, Maros Sefcovic, sum er høvuðssemingsmaður hjá ES-nevndini um eina prinsipiella avtalu, at hon kann falla uppá pláss innan komandi dagarnar.

Men tað er ikki hent enn.

Hjá Dansk Erhverv vóna tey, at semja framvegis kann fáast í lag.

Tað sigur Michael Bremerskov Jensen, leiðari fyri handilsfelagsskapin, í skrivligari viðmerking.

- Seinasta fráboðanin hjá Trump bendir á, at samráðingarnar eru spentar. Tað sær heilt sikkurt út til at vera ein samráðingartaktikkur. Óortodoksur samráðingartaktikkur í fullum almennum eygum, ja, men vit hava áður sæð, at tað er stílurin at leggja trýst á á leiðini, metir hann.

 

/Ritzau/

 

 

 

Trump hevur í vikuni sent brøv til eina røð av londum við nýggjum tolli. Nú hevur ES eitt. - Mynd: Yves Herman/Reuters