– Herur okkara, sum er tann størsti og máttmiklasti í heiminum, er ikki eingongd farin at oyðileggja tað, sum eftir er av Iran, skrivar Trump.
– Nú eru tað brúgvarnar og so virkini. Nýggja leiðslan í Iran veit, hvat skal gerast, og tað skal gerast skjótt, legði hann afturat.
Hósdagin varð ein motorvegbrúgv, sum knýtir høvuðsstaðin í Iran, Teheran, saman við býin Karaj, rakt av amerikanskum-ísraelskum álopum, upplýsir iranska sjónvarpið.
Ísraelski herurin hevur víst aftur, at hann stóð aftanfyri álopið.
/Ritzau/











