Undirtøkan hjá Donald Trump, forseta, er komin upp á eitt fyribils lágmark millum amerikanskar veljarar.
Tað vísir ein veljarakanning, sum granskingarstovnurin Ipsos hevur gjørt fyri tíðindastovuna Reuters.
36 prosent stuðla Trump, sum er lægsta undirtøkan, sum Ipsos hevur mált í núverandi forsetatíðini hjá Trump.










