Trump skal fyri dómara: Helst ákærdur í máli um pornostjørnu

Borgarstjórin í New York ávarar ófriðarkroppar, áðrenn Trump fer at hitta løgregluna fyri at taka fingramerki.

 

Dagin fyri, at fyrrverandi forsetin, Donald Trump, í morgin helst verður ákærdur fyri at hava mutra eina pornostjørnu fyri forsetavalið í 2016, eru nógv fólk longu á gøtunum fyri at vísa, hvat tey halda um málið. Fleiri meira álvarsom mál enn hetta bíða Trump. - Foto: Scott Olson/Ritzau Scanpix

Eitt flogfar við fyrrverandi forsetanum í USA, Donald Trump, umborð er í dag farið til New York eftir at vera farið av flogvølli í Florida.

Nógv av viðhaldsfólki hansara vóru møtt upp, tá hann í einum fylgi við svørtum bilum fór úr bústaði sínum, luksushotellinum Mar-e-Largo.

Í New York verður roknað við, at Trump fer at møta hjá einum dómara, eftir at hava fingið ákæru um ólógliga at hava goldið eini pornostjørnum mutur fyri forsetavalið í 2016.

Trump hevur longu boðið serg fram sum republikanskt forsetavalevni til valið í 2024.

Borgarstjórin í New York hevur ávarað møguleikar ófriðarkroppar og viðhaldsfólk hjá Trump um at halda seg í skinninum, skrivar Reuters.

Roknað verður við, at Trump fer at melda seg hjá ríkisadvokatinum á Manhattan, og har skal hann eftir øllum at døma lata fingramerki og eina mynd til savnið hjá løgregluni.

Sannlík fer Trump at nokta seg sekan í ákærunum um mutur til pornostjørnuna Stormy Daniels.

Tey fjasaðust sambært Stormy Daniels fyri fleiri árum síðani, og tað hevði kunnað skatt Trump í valstríðnum í 2016. Har skal hann sambært fyrrverandi løgfrøðiliga ráðgeva sínum hava goldið Stormy Daniels væl meira eina millión krónur og ólógliga hava bókført tað sum ein partur av valstríðnum.

Sjálvt ákæran er enn ikki kend, og tað er eisini óvist, um tað eru fleiri punkt, har ákærumyndugleikin fer at føra eina sak.

Málið í New York er helst tann, sum er minst tyngjandi av teimum málum, sum eru ávegis ímóti Trump.

Í Georgia eru kós sett ímóti einum rættarmáli ímóti honum fyri at royna at kroysta stjórnina í statinum til at finna atkvøður, sum skuldu tryggja, at hann vann statin á forsetavalinum í 2020. Demokraturin Joe Biden vann við yvir 10.000 atkvøðum. 

Síðani eru tað viðhaldsfólk hansara, sum lupu á Kongressina 6. januar í 2021. Lutur hansara í málinum verður kannaður av serligum ákæra, sum er settur av løgmálaráðnum.

/ritzau/

 


 

 

Dagin fyri, at fyrrverandi forsetin, Donald Trump, í morgin helst verður ákærdur fyri at hava mutra eina pornostjørnu fyri forsetavalið í 2016, eru nógv fólk longu á gøtunum fyri at vísa, hvat tey halda um málið. Fleiri meira álvarsom mál enn hetta bíða Trump. - Foto: Scott Olson/Ritzau Scanpix