Danskir miðlar í skriva í kvøld, at Donald Trump kemur til Danmarkar í september.
Tíðindini eru váttað av Hvítu húsunum. Trump skal á vitjan í Polandi 1. september, har minningarhald verður fyri, at tað er 80 ár liðin, síðan at nazitýskland hertók landið.
Eftir at túrurin til Polandi er av, gongur leiðin til Danmarkar.
- Eg gleði meg til tað. Eg haldi nógv um fólkið, sigur Donald Trump, sum verður 4. amerikanski forsetin á rað, ið kemur á vitjan í Danmark.