Amerikanski herurin hevur "fyri stuttum" sett í verk eitt stórt hernaðarligt átak í Iran.
Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, í morgun okkara tíð í einum videobroti, sum forsetin hevur deilt á egna sosiala miðlinum hjá forsetanum, Truth Social.
– Okkara mál er at verja amerikanska fólkið við at beina fyri hóttanum frá iransku stjórnini, sigur hann í videobrotinum, sum er góðar átta minuttir langt.
Fráboðanin kemur eftir at ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, fyrr í morgun boðaði frá, at Ísrael hevur sett í verk eitt "fyribyrgjandi álop" móti Iran.
Stutt eftir boðaðu ónevndir amerikanskir embætismenn frá, sambært CNN, at amerikansk álop vóru á veg móti Iran.
Í morgun er hvørki álopið hjá Ísrael ella fráboðanin hjá Trump váttað av iransku síðuni.
Tíðindini um álopið í dag koma eftir eitt tíðarskeið við vaksandi spenningum millum USA og Iran. USA hevur bygt upp herin í Miðeystri, har Ísrael er nærmasti sameindi hjá USA.
Donald Trump hevur fleiri ferðir hótt við at leypa á Iran.
Hóttanir stavaðu í fyrsta umfari frá mótmælum móti prestastýrinum í Iran og ótta fyri, at trygdarfólkini fóru at reka mótmælisfólkini.
Trump hevur síðani hótt við, at USA fer at leypa á Iran, um iranar ikki taka undir við eini avtalu um kjarnorkuætlanina hjá Iran.
Í morgun kallaði hann Iran fyri "heimsins størsta statsstuðul til yvirgang" og segði, at landið hevði dripið "tíggjutúsundtals av sínum egnu borgarum" undir mótmælunum.
– Tað hevur altíð verið politikkurin hjá USA, serliga hjá mínari umsiting, at hetta yvirgangsstýrið ongantíð má hava kjarnorkuvápn. Eg sigi tað aftur: Tey mugu ongantíð hava kjarnorkuvápn, sigur forsetin.
Iran hevur áður víst aftur, at landið roynir at gerast kjarnorkuveldi.
Ísrael hevur nevnt álopið á Iran leygardagin, sambært skrivstovuni hjá forsætisráðharranum, skrivar CNN.
Aksjónin hevur kodnavnið "Roaring Lion", sum er ein uppfylging av álopinum í juni "Rising Lion".
/Ritzau/










