Stjórnin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, fer at taka friðingina av í einum náttúruøki í statinum Alaska fyri at kunna bora eftir olju.
Tað skrivar New York Times.
Verjan varð innførd av undanmanninum hjá Trump, Joe Biden. Hann bannaði olju- og gassútvinning í meira enn helvtini av einum øki, sum er kent sum tjóðaroljugoymslan í Alaska.
Hetta er sum tann seinasta órørda náttúran í USA, skrivar New York Times.
Økið er umleið 93.000 ferkilometrar. Tað er til samanberingar sum 66 ferðir víddin á Føroyum.
Undir Biden var meira enn helmingurin av oljugoymsluni í Alaska undir vernd.
Men um tað stendur upp til Trump, so skal friðingin avtakast, so at nám og oljuútvinning kann fara fram.
Tað er partur av orkupolitikkinum hjá Donald Trump, har hann ynskir at vaksa um oljuframleiðsluna í USA. Ein ætlan, sum hann ofta vísir til við orðunum "drill, baby, drill".
Tað er Innlendismálaráðið við Doug Burgum á odda, sum í daglegði fram uppskot um at rulla náttúruverjuna hjá Biden aftur.
Tað skrivar deildin í tíðindaskrivi.
Ráðharrin vísir á, at Alaska National Petroleum Reserve upprunaliga varð stovnað sum ein oljugoymsla, sum kundi hava til at taka, um neyðugt var.
- Lógin frá 2024 sá burtur frá hesum. Hon raðfesti blokering fram um framleiðslu og máaði støðið undan okkara førleikum at gagnnýta egna tilfeingi okkara í eini tíð, har amerikanska orkusjálvstøðan hevur størri týdning enn nakrantíð áður.
- Vit endurreisa javnvágina og fáa orkuframtíð okkara aftur á rætta kós, sigur innanríkisráðharrin, Doug Burgum.
Tjóðaroljugoymslan í Alaska liggur í norðara parti av statinum.
Økið er týðandi bústaður hjá ísbjørnum, brúnbjørnum og ymiskum fuglum, m.a.
/Ritzau/