Trump: Vónbrotin um Norðurkorea endurreisir rakettstøð

Amerikanski forsetin, Donald Trump, bíðar eftir nýggjum fregnartíðindum um Norðurkorea og rakettstøð

Donald Trump, forseti, sigur, at hann verður »ógvuliga vónbrotin«, um tað er satt, Kim Jong Un í Norðurkorea fer at endurreisa rakettstøðina.

 

– Tað er ov tíðliga at siga, um upplýsingarnar um arbeiðið á norðurkoransku rakettstøðini eru sonn, sigur hann.

 

Fleiri keldur vilja vera við, at Norðurkora kann vera í ferð við at endurbyggja eina støð fyri langrøkkandi rakettir, sum var oyðiløgd fyri at eggja til samráðingar við umheimin.

 

Tongchant-ri-støðin í Sohae hevur fyrr verið brúkt til at senda norðurkoreanskar fylgisveinar. Lond í Vesturheiminum við USA á odda óttast, at støðin kann fara at verða brúkt til at senda interkontinentalar rakettir.

 

Sum úrsliti av toppfundinum millum Kim Jong-un og Donald Trump í fjør, var støðin latin aftur og oyðiløgd.

 

Aljóða trygdarráðgevin hjá USA, John Bolton, sigur við Fox News, at tað verður umhugsað í Washingtong at økja um tiltøkini ímóti Norðurkorea.

 

Fráboðanin kemur, eftir at annar toppfundurin millum Trump og Kim brádliga endaði.

 

Á fundinum í Vietnam skuldu Trump og Kim í tveir dagar tingast um avdupping av kjarnorkuætlanini hjá Norðurkorea.

 

Men samráðingarnar slitnaðu hósdagin í síðstu viku uttan nakra avtalu ella ætlan fyri nýggjan fund. Hvørgin parturin hevur hótt við at steðga diplomatiska sambandinum millum londini bæði.

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompei, segði týsdagin, at hann vónar at senda eina amerikanska sendinevnd til Norðurkorea longu innan næstu tvær vikurnar.

/ritzau/Reuters