Trupli næmingurin í Miðlahúsinum í kvøld

Tað verður í Miðlahúsinum í kvøld klokkan 20, at Ingvald á Kamarinum, sosialpedagogur og stjóri á serskúla í Danmark, fer at tosa um atferðartruplar næmingar, støðu teirra og hvat kann bjóðast teimum Ingvald á Kamarinum er sosial pedagogur og stjóri á Fjordskolen, sum er serskúli fyri atferðartrupkar næmingar í Danmark.

Í kvøld verður hann í Miðlahúsinum, har hann hugleiðir um trupla næmingin og støðu hansara. Ingvald fer at greiða frá sínum royndum og frá tilboðnum, ið hansara skúli bjóðar í Danmark. Eisini sigur Ingvald á Kamarinum, hvat hann metir kann gerast í Føroyum, fyri at bøta um støðuna.

Hann mælir til at taka truplu næmingarnar úr fólkaskúlanum, og seta á stovn ein serskúla í Føroyum fyri hesar. Tað hevði loyst nógvar trupulleikar, sum føroyski fólkaskúlin í dag stríðist við, metir Ingvald

? Næmingarnir, sum so eftir eru í vanliga fólkaskúlanum, høvdu fingið meiri burtur úr, tí nú hevði lærarin meiri tíð til teir. Lærarin hevði eisini verið betri upplagdur, tí hann hevur størri yvirskot nú hann ikki skal brúka so nógva orku upp á truplu næmingarnar. Og teir truplu næmingarnir fáa nú eisini munandi meiri burtur úr, hava teir fingið eitt serligt tilboð har teirra tørvur verður nøktaður, sigur Ingvald á Kamarinum millum annað.

Og tað verður altso í kvøld, mikukvøldið, kl. 20.00, at Ingvald fer at greiða frá í Miðlahúsinum.