Ein lítlan tíma eftir midnátt tann 18. september í 1945 var Havnin skakað av einum bumbubresti við løgtingshúsið í Havn. Bumban var løgd í útnyðringshorninum av løgtinginum; í tí partinum, har løgtingssalurin var. Húsið fekk nakað av skaða. Ein steinur reyk inn gjøgnum grundina, klædningurin fór illa, og nógvir rútar á vestursíðuni brotnaðu. Eisini í grannalagnum brotnaðu nógvir rútar av trykkbylgjuni – eitt nú í gamla Kommunuskúlanum, har Tórshavnar býráð nú heldur til, og heilt niðri í Vágsbotni.
Eingin var staddur í løgtingshúsinum, tá ið bumban brast, og eingin fekk skaða av bumbuni, men nøkur fólk høvdu verið inni í løgtinginum ein tíma áðrenn brestin.
Løgreglan gjørdi umfatandi og drúgvar kanningar av hendingini, men tað eydnaðist ikki at finna tann seka. Onkur fólk vóru undir illgruna í kanningararbeiðnum og í slatrinum millum fólk, men eingin persónur var nakrantíð skuldsettur fyri bumbuatsóknina.
Nú hevur søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará kanna bumbumálið, sum tað annars ikki hevur verið gjørt nógv burtur úr í føroyskari søguskriving, og hann hevur sum tann fyrsti havt atgongd til alt kanningartilfarið hjá løgregluni. Hann hevur eisini funnið annað áhugavert tilfar, og hann hevur tosað við ymisk fólk, sum hava vitan um málið.
Bókin Bumbuatsóknin móti løgtingshúsinum í 1945 er júst útkomin, og hon roynir sum fyrsta bók at siga søguna um bumbuna í løgtinginum.
Hans Andrias Sølvará, sum hevur skrivað nógvar søguligar bøkur og greinar, heldur, at tað var stór persónlig avbjóðing at skriva júst hesa bók.
– Tað hevur verið trupult at skriva hesa bók. Bumbumálið er óviðgjørt, viðbrekið, óloyst, knýtt at fólkum, sum vóru undir illgruna, og seinni umgirt av ivasomum politiskum tulkingum. Ofta eri eg í arbeiðnum við bókini komin tætt – ofta tættari enn eg persónliga havt havt hug til – at ávísum fólkum, men eg havi kent tað soleiðis, at evnið og tilfarið hava tikið valini fyri meg, sigur Hans Andrias Sølvará við Sosialin um vikuskiftið.
– Tað hevur í veruleikanum illa borið til at skriva hesa bókina uttan at koma tætt at fólkum, sum – fyri tað mesta av órøttum – vóru undir illgruna fyri at hava verið við til at fremja bumbuatsóknina, sigur hann.
Longri samrøða við Hans Andrias Sølvará kann lesast í Sosialinum, sum kom út fríggjadagin.