Lutakast hevur verið í Champions League og Europa League, og í CL fingu Chelsea og Arsenal langt frá lættastu mótstøðuliðini.
Av tí tey vunnu sínar bólkar, byrja bæði liðini á útivølli, og tað má metast sum ein fyrimunur. Arsenal byrjar á San Siro í Milan móti AC, meðan Chelsea eisini dró eitt italskt lið, SSC Napoli.
Flestu hinir dystirnir tykjast hava rímiliga stórar favorittar, uttan kanska óstøðuga Inter, sum møtir Marseille.
Lutakastið í Champions League:
Lyon-APOEL Nicosia
Napoli-Chelsea
AC Milan-Arsenal
Basel-Bayern München
Bayer Leverkusen-Barcelona
CSKA Moskva-Real Madrid
Zenit St. Petersburg-Benfica
Marseille-Inter Milan
Við fyrsta eygnabrá tykjast Manchester-liðini vera stórfavorittar í Europa League. Men teir fáa einki »walk-over« í fyrsta umfari av cupøkappingini. City hevur tann truplara dystin, sum er móti Porto, meðan United møtir fyrrverandi stórliðnum Ajax.
Triðja enska liðið, Stoke City, fær ein truplan dyst móti spanska Valencia.
Lutakastið í Europa League:
Porto-Manchester City
Ajax-Manchester United
Lokomotiv Moskva-Athletic Bilbao
Red Bull Salzburg-Metalist Kharkiv
Stoke City-Valencia
Rubin Kazan-Olympiakos
AZ Alkmar-Anderlecht
Lazio-Atletico Madrid
Steua Bucharest-Twente
Vitoria Plzen-Schalke 04
Wisla Krakow-Standard Liege
Braga-Besiktas
Udinese-PAOK Athen
Trabzonspor-PSV Eindhoven
Hannover 96-FC Brügge
Legia Warshawa-Sporting Lisbon