Trúvirðið skal endurvinnast
GREINING: Tað kom ikki óvart á, tá ið løgtingskvinnan Annika Olsen á middegi boðaði frá, at hon nú vendir heimaftur í Fólkaflokkin.
Leingi hevur ligið á ljóði at politiska útferðin fór at enda við, at hon fór aftur í Fólkaflokkin, sum hon fyri mánaðum síðani vendi bakið og rýmdi frá.
Síðani fjasaði hon eina tíð við Framsókn, men eftir at hava “fingið fótafesti aftur”, sum hon sjálvb málbar seg, so valdi hon at fara innaftur í tann flokk, sum hon fyri ikki so nógvum mánaðum síðani ikki kundi liva í.
Sjálvandi er onkur handil gjørdur og sjálvandi hava fleiri strategar verið aftanfyri og mekla millum tingbólkin hjá Fólkaflokkinum og tingkvinnuna.
Fólkaflokkurin stendur veikur í Havn og tað hevur enn ikki eydnast at finna nakran, sum kann samla so nógvar atkvøður – 961 – sum Annika Olsen gjørdi á valinum 1.september.
Hóast hon fekk so nógvar atkvøður, so hevði flokkurin eina afturgongd í Havn úr 17,3 prosentum til 13,3 prosent. Við øðrum orðum eydnaðist ikki Anniku Olsen at lyfta Havnina upp á støðið, sum flokkurin annars lá fyri alt landið. Fyri alt landið fekk Fólkaflokkurin 18,9 prosent av atkvøðunum.
Nú skal tingkvinnan aftur arbeiða fyri flokkin og fyrst og fremst gongur tað út uppá at nýmótans gera flokkin, verður sagt. Hvat hendan nútímansger fer at hava við sær vita vit ikki – og á tíðindafundi kundi hvørki formaðurin í flokkinum ella Annika Olsen svara uppá, hvat tað vil siga.
Í flokkinum er heldur ikki semja um, at tað er ein fyrimunur fyri flokkin at fáa Anniku Olsen innaftur. Jacob Vestergaard hevur greitt sagt, at hann ikkiheldur at hetta er skilagott, tí skiftandi útmeldingarnar frá tingkvinnuni lættliga eisini kann skaða trúvirðið hjá flokkinum.
Men nú er avtala gjørd millum Anniku Olsen og formannin í Fólkflokkinum. Á tíðindafundinum var tað eyðsýnt, at Jørgen Niclassen var glaðari og sigursælari enn tingkvinnan.
Fólakflokkurin er nú aftur størri enn Sambandsflokkurin og er fluttur longur fram í tingsalinum.
Men um politiski glantrileikurin annars fer at fáa avleiðingar er meira ivasamt. Samgongan telir nú 17 og andstøðan 16 tinglimir, men hetta var í veurleikanum eisini so í praksis, tá ið stóru atkvøðugreiðslurnar vóru í endanum av farna ári.
Annika Olsen hevur ein langan veg at bøta um sítt trúvirði. Hon misti fótafesti og tað kann henda sjálvt hjá tí besta. Men at tað gerst so ørkymlandi hjá einum persóni, sum hóast alt hevur sitið í landssstýrinum í eini sjey ár.
Tað er ikki vanligt.
Hart arbeiðið, orðhaldni og tíð kann hjálpa, men vegurin er langur til trúvirði aftur er komið uppá pláss.