Á tingfundinum í dag klokkan 11 fer løgtingið at viðgera trý uppskot frá andstøðuni.
Tað fyrsta málið á skránni er uppskot til samtyktar um upptøku í ALS eftir loknan lestur, sum er til aðru viðgerð. Tað uppskotið er frá Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum og kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER
Næsta mál á skránni er uppskot til samtyktar um at gera tunlar til bygdirnar Dal, Fámjin, Gjógv og Tjørnuvík. Tað uppskotið er frá Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg, løgtingsfólkum úr Tjóðveldi, og tað kann lesast, VIÐ AT TRÝSTA HER
Triða málið á skránni er uppskot til samtykar viðvíkjandi rættindum at arbeiða fulla tíð, sum Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum hevur lagt fram. Tað kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER