Talan er um Dánjal Hansen, sum er ættaður úr Runavík, men sum býr í Hoyvík. Helst er hann best kendur sum formaður í NSÍ.
Hann skrivar sjálvur soleiðis á Facebook:
– So er støðan tikin, eg verði eitt av umboðunum sum stillar upp fyri Fólkaflokkin. Takk fyri Havnar Framburðsfelag fyri álitið.
Hini á listanum hjá Fólkaflokkinum í høvuðsstaðnum eru Mona Breckmann Wescott og Grímur Sundstein.