Fyri løtu síðani vórðu trý fólk flutt á landssjúkrahúsið eftir eitt ferðsluóhapp beint norðanfyri Kaldbakstunnilin. Løgreglan sigur, at óhappið hendi, tá ið ein bilur var á veg norðureftir og skuldi inn á steðgiplássið hjá bussunum í vinstru síðu. Men samstundis var eitt lið av súkklarum frá Team Rynkeby á veg suðureftir, og fyri at halda víkiskylduna, mátti bilurin sostatt steðga og bíða til súkklarar vóru farnir framvið. Men tá kemur brádliga ein annar bilur úr tunlinum og ansar ikki eftir, at bilurin frammanfyri stendur stillur. Sostatt rendi hann upp í reyvina á bilinum, sum bíðaði eftir at sleppa inn á steðgiplássið. Báðir bilarnir fóru rættiliga illa. Trý fólk vóru í bilunum, bilførararnir báðir og eitt ferðafólk, og tey vórðu øll trý flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Men løgreglan sigur, at mett verður ikki, at tey hava fingið nakað serligt at skaða, so tað er mestsum av trygdarávum, at tey vórðu flutt á sjúkrahúsið. Ongin av súkklarunum vórðu raktir í óhappinum. |