- Trý línuskip eru til fiskiskap undir Íslandi. Eitt skip frystir veiðina umborð, og tvey eru á ísfiskaveiði. Hesi skipini koma ikki heim at landa í vikuni sum kemur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
- Vit vænta, at trý línuskip, sum fiska undir Føroyum, koma inn at landa mánadagin. Seinni í vikuni vænta vit trý línuskip aftrat undan Føroyum.
Um útlitini til útróður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at streymurin verður á einari leið fyrst í vikuni sum kemur, men hann harðnar, sum vikan gongur.
- Vit vænta tí ikki so nógvan útróðrarfisk í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Útróðrarbátarnir fáa tosk, hýsu og hvíting, og onkur fær eitt sindur av kalva.