Trygd á pallum og skipum


 

Pál Weihe

yvirlækni


Stórur munur er á trygdarmedvitinum á boripallum og umborð á vanligum fiskiførum. Støðan viðvíkjandi trygd umborð á skipum og heilsutænastu til sjófólki er ikki nóg góð, men nú er eitt gott høvi at gera okkurt munagott, tí frálandavinnan fer at seta strong krøv hesum viðvíkjandi.


Trygd á boripallum

í Norðsjónum

Nú frálandavinna stendur fyri durum hevur verið nógv tosað um serligu trygdarskipaninar á boripallum. Eg minnist, tá eg, saman við øðrum føroyingum, var og vitjaði á norskum palli fyri nøkrum árum síðani, hvussu hugtikin eg var av teirra visión um ongar vanlukkur at hava í heila tikið.

Felagið, sum vit vitjaðu, gjørdi nágreiniliga upp hvønn einasta dag øll óhapp og »nærum óhapp«, t.v.s. frávik frá tí ætlaða. Alt arbeiði á pallinum var sera væl fyriskipað, soleiðis at alt tað, sum fór fram, var avtalað frammanundan í øllum smálutum.

Eg kundi hugsað mær, at hetta líkist maskinviðlíkahald av flogførum, har hondbøkur siga greitt frá, hvussu hvør einstøk umvæling skal fremjast. Tað, sum er setningurin í hesum royndunum at sleppa heilt undan óhappum, er at hava stýr á øllum, sum kann ganga galið. Innan flogvinnu og frálandavinnu, sum eru nýggjar vinnur, er trygd eitt ógvuliga virt og kostnaðarmikið hugtak. Javnber bert allar trygdarseremoniirnar, sum fara fram, áðrenn vit sleppa á flog. Umaftur og umaftur skulu vit hoyra um, hvussu bjargingarvesturin skal bindast, hvussu vit skulu koma úr flogfarinum o.s.fr. Í frálandavinnuni hava teir eisini bjargingarroyndir regluliga, har hvør maður veit í smálutum, hvat hann skal gera.


Trygdararbeiðið

í sjóvinnuni til samanberingar

Til samanberingar kunnu vit taka trygdina í teimum gomlu vinnunum, sum sjóvinnu og landbúnað. Her hava vit at siga ongar traditiónir fyri trygdararbeiði. Sjóvinnan hevur fylgt okkum upp gjøgnum øldirnar, og vit hava klárað okkum sum best.

Á havinum er tó vandamikið at starvast. Tá undirritaði í áttatiárunum metti um tað, sum skrivað var um trygd millum fiskimenn í heimsbókmentunum, var henda vinna greitt ein av teimum, sum var vandamiklast millum allar vinnugreinir. Og tað hevur sínar orsøkir. Fyrst og fremst tí arbeiðsstaðið er á einum rullandi dekki og ikki fast sum flest onnur arbeiðspláss. Arbeitt verður á lítlum fari við brádligum broytingum í veðurlíkindum. Á summum førum eru kreftirnar, sum verða brúktar, sera stórar, t.d. á trolarum.


Hví er munur

á trygdarmentanini

Tað er jú eingin grund til, at vit skulu hava færri trygdarseremoniirnar umborð á tí stóra bussinum hjá Strandferðsluni, sum fer vestur í Vágar við eins nógvum ferðafólki, sum Atlantic Airways fer á flog við. Umborð á Atlantic Airways brúka vit fleiri minuttir hvønn einasta túr at hoyra um trygd og trygdarfyriskipanir. Umborð á bussinum hevði tað virkað undarligt, sjálvt um vandin at koyra í bussi helst er munandi størri enn at flúgva.

Hví munur er á trygdarmentanini á einum boripalli og einum trolaradekki hevur sínar søguligu forkláringar, men líka órímiligt er tað fyri tað. Umborð á einum trolara við 30 monnum uppi í ísinum á vetri í óveðri roynir man bert at arbeiða uppá skilabesta máta og ikki taka óráð fyri. Á einum boripalli, sum stendur fastur á havbotninum, er alt, sum fer fram á dekkinum, fyriskipað í minstu smálutir, og tað skal gerast serlig meting av øllum tí, sum gongur annarleiðis enn væntað. Tað skal takast ítøkilig støða til broytingar av mannagongdum; tað skal skrivast og sendast í land til góðkenningar.

Hetta var vanlukkuumráðið, har tað eftir mínari meining er nógv at læra í frálandavinnuni, soleiðis sum hon fer fram í Norðsjónum í dag. Um vit bert tóku ein lítlan part av varseminum í frálandavinnuni við umborð á okkara vanligu før, høvdu vit komið langt.


Bjarging

Stórur munur er eisini á bjargingartilbúgvingini, tá stór ella smá óhapp eru. Á boripalli er í smálutum skipað fyri, hvussu brádlig rýming skal fara fram við báti til stuðulsskip ella við tyrlu. Hetta verður íðkað í heilum, men á føroyskum skipum eru tað enn helst menn, sum ikki duga at lata seg í ein bjargingarbúna í eini handavending í myrkri, soleiðis at búnin er tættur, um teir noyðast at loypa í havið.


Heilsutænastan

Viðvíkjandi heilsutænastu til manskapið, sum arbeiðir á einum boripalli og heilsutænastan til sjófólk okkara, er eisini týðiligur munur. Á boripallum er arbeiðið skipað soleiðis, at umborð er ein sjúkrasystir ella í hvussu so er fyrstihjálpskønur persónur, sum hevur til uppgávu at meta um sjúk fólk umborð. Hesin stendur í samband við læknatænastu í landi, sum kennir viðurskiftini umborð út í æsir. T.v.s. á landi er døgnvakt við læknaliga vælkvalifiseraðum fólki, sum kennir tann persónin, sum hevur heilsumál umborð, og sum kennir arbeiðsmøguleikarnar umborð á boripallinum út í æsir. Harumframt er skipað fyri telemedisinskum møguleikum so sum at flyta hjartabíløt v.m. til lands. Boripallarnir hava við øðrum orðum eina heilsutænastu, sum líkist tí, ið fólk í landi hava.

Okkara siglandi fólk í Føroyum hevur tó í dag langt frá hesar tænastur. Hetta hóast flutningsmøguleikin frá einum lítlum skipi í óveðri langt úr landi er munandi verri enn frá einum boripalli rættiliga tætt við land.

Støðan á sjónum er í dag tann sama, sum hon hevur verið í mong ár. Navigatørarnir fáa útbúgving við heilsulæru og fyrstuhjálp. Umborð er ein medisinkista, og teir kunnu síðani sláa upp í læknabókunum umborð ella ringja til lands og tosa við ein lækna, sum teir kenna, og við hvørt noyðast teir at tosa við lækna, sum teir ikki kenna.

Telemedisinsku møguleikarnir eru als ikki brúktir fult út til at knýta saman skipið við eitt nú intensivu deild á Landssjúkrahúsinum.


Danska skipanin

Samanbera vit hvat eitt nú hvat danir hava sett í verk fyri sjófólkið, er eisini ein munur. Danir eru farnir at byggja upp eina skipan, sum fatar um regluliga afturvendandi undirvísing á einum og sama stað í Danmark, nevniliga á skúlanum á Fanø. Har læra menn grundleggjandi heilsulæru og fyrstuhjálp, men teir læra eisini at vera eygu, oyru og hendur hjá heilsuverkinum á landi, sum er tað sonevnda Radio Medical, sum nú heldur til í Esbjerg.

Øll skipanin gongur út uppá, at um ein persónur umborð á skipi heldur seg hava brúk fyri at koma í samband við heilsuverkið í landi, skal hesin persónur í prinsippinum hava sama rætt til tess sum ein og hvørjur annar borgari í Danmark. Skiparin hevur ábyrgdina av hesum umborð ? íroknað at skipa fyri at skapa sambandið til læknarnar á Radio Medical. Annars ber skipanin í sær, at allar observatiónir umborð verða skrivaðar niður á serlig oyðibløð.

Allar informatiónirnar, sum koma til Radio Medical, verða eisini skrivaðar niður á serlig oyðibløð. Hetta til tess at tryggja at diagnosa og viðgerð byggja á greitt og vælskilt grundarlag, bæði umborð og í landi. Viðgerðin fer fram eftir neyvari ávísing frá læknanum í Esbjerg. Hendan tænastan fatar um øll donsk skip, hvar enn tey eru stødd á knøttinum.

Vit hava ikki slíka skipaða tænastu, sjálvt um ein rættiliga stórur partur av okkara fólki hevur sítt dagliga yrki á sjónum. Tað ber til í dag at skipa fyri hesum. Tað krevst tó:

1. At skipanin fyri allar mynstraðar menn verður løgd í púra fastar rammur. Her skal at siga ikki verða møguleiki fyri improvisatiónum.

2. Ein móttakaraskipan á landi, sum svarar 24 tímar um døgnið, og sum er nóg kvalifiserað til at geva bestu leiðbeiningina um, hvussu diagnosa, yvirvaking og viðgerð skal fara fram umborð.

3. Telemedisinsk hjálpartól eiga at verða sett umborð á skip sum skjótast. Hetta eru tól, sum kunnu senda neyðugar upplýsingar til lands ? eitt nú hvussu hjartað slær, um iltnøgdina í blóðinum, blóðtrýst, puls, myndir av sárum og annað mangt.

4. Umfatandi skúling og venjing av fólki umborð á skipum og á heilsudeplinum á landi.

Orsøkin til at eg taki alt hetta fram er, at eg ivist onga løtu í, at alt sum ein sjálvfylgja fer at verða skipað fyri uppá besta og tryggasta máta á boripallunum, sum fara at standa á Føroyaleiðini, men eg ivist í, um alt hetta trygdararbeiði samstundis verður sett í verk á arbeiðsplássum, sum eru minst líka so vandamikil, nevniliga umborð á skipum okkara.

Nú eiga vit at taka alt um somu leið

Tað skal verða mín vón, at landsins myndugleikar siga, at her taka vit alt um somu leið. Vit seta okkum heilt einfalt fyri at skipa trygd og heilsutænastu umborð á okkara skipum á eins høgum stigi, sum frálandavinnan krevur. Tað hevði havt tann fyrimun, at tað menningararbeiði, sum vit allíkavæl skulu undir á landi í Føroyum nú til tess at kunna veita frálandavinnuni hesa tænastu, er tað sama, sum vit skuldu brúkt mótvegis skipunum. Við øðrum orðum, vit hava eitt gott høvi at lyfta trygdar- og heilsuarbeiðið á sjónum uppá eitt hægri stig; upp á eitt stig sum sømir seg eini sjóvinnutjóð.

Ítøkiliga vil eg skjóta upp, at vit taka hesi stig:

1. Vit skulu seta á stovn eina bjargingartænastu við tyrlu, mannað eisini við serútbúnum heilsustarvsfólkum

2. Sett verður á stovn ein skipað heilsutænasta fyri sjófólkið og manskap á pallum. Læknaliga manningin í hesi tænastu eigur at kenna viðgerðarmøguleikarnar umborð á skipi og pallum neyvt og duga at brúka framkomna telemedisinska útgerð. Heilsutænastan er á varðhaldi alt samdøgrið.

3. Útbúgvingin av navigatørum skal lagast til okkara heilsutænastu, t.d. sum danska heilsutænastan fyri sjófólkið er skipað við Radio Medical í Esbjerg.