Trygdin er í hásæti

Umleið 90 trygdarfólk eru til staðar á Tórsvølli í kvøld.

Tað er ikki eitt og hvørt lið, sum er á vitjan á Tórsvølli í kvøld. Umframt okkara egnu hetjur, so verða tað evropameistararnir, Portugal, sum renna inn á vøllin um góðan hálvan tíma.

Tá má trygdin vera í lagi - og tað er hon, lovar Hannis Joensen, sum í kvøld er trygdarovasti á Tórsvølli.

- Vit eru 14 sokallaðir liðleiðarar, og saman við teimum eru tað 70 vaktir, so vit eru umleið 90 trygdarfólk á Tórsvølli í kvøld, sigur Hannis.

- Høvuðsuppgávan hjá okkum vaktum er fyrst og fremst at kontrollera tað, sum kemur inn á vøllin, og at halda skil á at atgongumerkini eru í lagi, sigur trygdarovastin og heldur fram:

- Síðani er uppgávan eisini at syrgja fyri, at fólk skikka sær væl undir dystinum, og at vera á vakt eftir hvørjari hjálp møguliga tørvur er á - um løgreglan, ambulansa ella brandfólk skal tilkallast, sigur hann.

Hannis og aðrir trygdarovastar fyri aðrar myndugleikar halda til í einum kontrolrúmi ovast uppi á Tórsvølli, har sera gott sjónbandaeftirlit er við øllum áskoðarum. Tíbetur hevur einki stórvegis verið at gjørt enn annað enn at hjálpa áskoðarum við at finna røttu setrini.

Hóast ein heimsstjørna sum Cristiano Ronaldo er við, so verður ikki nógv eyka gjørt burturúr trygdini. Trygdarovastin sigur, at - eins og vanligt er - syrgja tey bara fyri, at teir koma trygt til og frá vøllinum.