Tryggar íløgur og skattafyrimunir

Aftur í dag eru nýggj tilboð at heinta hjá íløguhugaðum føroyingum.
Sparikassin hevur í tíðindaskrivi booða frá, at tey nú kunnu bjóða føroyingum at keypa part í danska KapitalPleje A/S.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at saman við Føroya Sparikassa standa 17 danskir peningastovnar aftan fyri KapitalPleje A/S, og Sparikassin er einasti peningastovnur í Føroyum, ið hevur partabrøvini í KapitalPleje A/S til sølu.
- Sum lógin er í løtuni, fáa privatpersónar ikki skattligan frádrátt fyri rentur av lánum til íløgur og kunnu heldur ikki mótrokna hesar í møguligum vinningi, hóast vinningurin er skattskyldugur. Hendan trupulleikan sleppa fólk undan, um tey keypa partabrøv í Kapitalpleje A/S, tí tað er felagið, sum tekur lán til íløgur, og ikki íleggjarar sum privatpersónar. Avkastið verður skattaða nettoavkastið, eftir at útreiðslur til rentur, umsiting v.m. eru drignar frá í felagnum.
Føroya Banki er samstundis komin við tilboði um tryggar íløgur, soleiðis at teir nú eisini kunnu bjóða somu vøru, sum Kaupthing hevur havt í fleiri ár, og sum Sparikassin eisini kom við í farnu viku.
Hjá Føroya Banka er talan tó um íløgur í japansk virðisbrøv.
- Lánsbrævið er knýtt at japanska TOPIX-vístalinum. Hækkar vísitalið javnt í 5 ára gildistíðini, kastar lánsbrævið upp í 30 prosent í rentu av sær árliga. Tilsamans kann íløgan geva 150 prosent í rentu. Lánsbrævið gevur í minsta lagi 1 prosent í rentu um árið. Vinningur er sostatt tryggjaður við íløguni, verður staðfest í tíðndaskrivinum frá Føroya Banka.
TOPIX-vísitalið er eitt partabrævavísital, ið er sett saman av fleiri enn 1.600 fyritøkum á virðisbrævamarknaðinum í Tokyo. Fyritøkurnar eru í 33 vinnugreinum, og vísitalið umboðar tí væl gongdina í japnaska búskapinum.