Tryggari ferðsla í Føroyum

Oddagrein til Bilar

At samskifti seinnu árini hevur fingið alt størri og størri týdning, prógva best tøkniligu møguleikarnir, vit hava í dag. Einki er ógjørligt, alt ber til. Úti úr heimi frættist, at tú nú kanst keypa tær ein ferðaseðil út í rúmdina - og úr 100 km hædd síggja klótuna, vit búleikast á.

Hóast hetta enn valla er tilboð til palliba og marsannu - so verður tað uttan iva so einaferð í framtíðini.

Hvør hevði hildið, at vit í Føroyum fóru at koyra gjøgnum fjøll og undir sund og firðir?

Bilaøldin í Føroyum byrjaði tann 6. mai í 1922, tá tann fyrsti bilurin varð fingin í land av skipi við einum prámi og nærmast handaður í land á Kongabrúnni hendan várdagin, sum skuldi hava so stóran týdning fyri føroyska samferðslu. Síðani tá er nógv hent - men tað mesta tey seinnu árini. Samferðslunetið er útbygt, góðir vegir og tunlar - og ferjur, har vit enn ikki hava borað okkum undir havbotnin.

Líta vit nøkur ár fram í tíðina, so verða allar oyggjarnar - ella so gott sum allar - knýttar saman við tunlum og brúgum, og bilurin fær tá enn størri týdning, enn hann hevur í dag.

Seinastu tíggju árini hevur Sosialurin skrivað nógv um bilar. Fyrstu árini var tað serliga í teiginum »Út at koyra«, sum seinni varð til »Bilar«. Hesin teigur er í blaðnum hvønn hósdag. Seinastu árini hava vit á hvørjum ári útbygt henda teig til eitt serligt blað um bilar og annað, sum hevur við ferðslu og bilastarvsgreinina at gera.

Vit vóna, at vit við hesum tiltaki eru við til at kunna fólk enn meira um tað nýggjasta innan bilavinnuna í Føroyum, og at vit eisini í hesum blað fáa varpað ljós at trygdina í ferðsluni, sum vit øll eiga at hava í huga.

Landsstýrismaðurin í ferðslumálum hevur í umbúna at broyta skipanina við koyrikorti. Hann greiðir í hesum blað frá, at uppskot verður lagt fyri tingið í hesi setuni um skipan við serligum fyribilskoyrikorti, um stigaskipan til øll, sum hava koyrikort - ein skipan, har tú missir ávíst tal av stigum, um tú fremur ferðslulógarbrot - alt eftir, hvussu stórt brotið er. Talan er um eina skipan, har tú at enda kanst missa koyrikortið. Eisini boðar landsstýrismaðurin frá, at reglarnar um frádøming fyri ferð verða herdar.

Tað er at fegnast um, at ítøkilig stig verða tikin, ið kunnu føra okkum nærri 0-hugsjónini, har eingin skal doyggja ella verða illa løstaður í ferðsluni. Hetta er eitt stórt - kanska utopiskt - mál, men tað kann bara røkkast, um vit øll taka hana til okkum - og hvør í sínum lag gera okkara til, at vit fáa tryggari ferðslu í Føroyum.